Áðrenn føðingina av nýmótans heilivági hava fólkasløg úr ymiskum londum og mentanum til allar tíðir havt heimaráð, sum hava verið borin frá ættarliði til ættarlið, og sum hava verið søgd at kunna grøða sjúkur ella geva heilsubót. Soleiðis hevur eisini verið í Føroyum.
Í bókini Gomul føroysk heimaráð frá 1959 og í nøkrum av greinunum í teimum fyrstu útgávunum av Varðanum skrivar „Eiðislæknin“, R.K. Rasmussen (f. 1886 – d. 1961), um ta móttøku, hann fekk, tá ið hann fyri fyrstu ferð kom til Føroyar sum lækni. Hann ferðaðist kring landið, og tá ið hann soleiðis kom til tær ymisku bygdirnar, var tað meira enn so, at bygdarfólkið var skeptiskt mótvegis teirri læknavísind, sum hann umboðaði. Hetta, tí at bygdarfólkið longu visti, hvussu tey skuldu viðgera tey ymisku sjúkutekinini – tey høvdu nevniliga heimaráðini.
Rasmussen gjørdist ikki sørt forvitin eftir at vita, hvørji heimaráðini vóru, sum føroyingar høvdu slíka tiltrúgv til. Men av tí at dr. Rasmussen bæði var lækni og dani, og harvið umboðaði yvirvaldið, var torført at skapa somikið av áliti, at hann fekk fólk at greiða frá heimaráðunum, sum við okkara eygum í dag stundum kundu líkjast tí, sum vit kanska høvdu skilt sum gandur ella ritualir. Við tíðini megnaði Rasmussen tó allíkavæl at skriva niður mong av teimum heimaráðunum, sum livdu millum manna, og sum fólk høvdu fingið frá forfedrum sínum.
Ráðini vóru fjølbroytt og snúðu seg um mangt og hvat, og ímillum ráðini vóru eisini heimaráð um, hvussu ein kundi grøast ella fáa pínulinna, um ein stríddist við giktsjúku.
Á síðu 68 í útgávuni av bókini Gomul føroysk heimaráð, sum Fróðskaparsetur Føroya læt prenta í 1990, stendur fylgjandi skrivað:
Gikt
Tað er einki uttan rímiligt, at so útbreidd og vanlig sjúka sum gikt, her sum aðrastaðir hevur givið gomlu heimaráðunum úr at gera. Ráðini eru mong, og tey ymisku evni, ið nýtt verða, eru fingin frá mongum ymiskum støðum.
Rossamergur
At gníggja rossamerg uppá var ógvuliga nógv nýtt ráð í gomlun døgum. Beinið, aloftast tjóleggur, varð hongt upp í hjallin, og tá ið mergurin var ræstur, varð gingið á hann, tá ið nýtast skuldi. Einstakar ferðir varð hann kókaður, áðrenn hann varð upphongdur. Best mundi mergurin vera úr leggi, sum ligið hevði í jørðini eina tíð. Ein einstakur søgumaður hevur sagt frá, at seyðamergur og døglingslýsi var eisini nýtandi (sí seinni).
Hundaull
Var giktin í beinunum, bundu tey sær hosur og sokkar úr svartari hundaull og gingu í. Stórir svartir loðhundar vórðu ikki sjáldan róptir gikthundar. Ein kona bant fyri 75-80 árum síðan undirbrøkur til mann sín. Hann hevði gikt í øðrum lærinum, kann vera aðrari mjødnini. Ovari partur av aðrari brókini var bundin úr svartari hundaull, ið tikin var av hundi, sum maðurin sjálvur átti. Hundurin varð kliptur sum seyður, og ullin karðað og spunnin sum annars vant. Konan vísti eini, ið var inni og vitjaði, bæði ull og noða, og hon er tað, ið greitt hevur frá hesum. Fyri lendapínu og gikt í beinunum havi eg einaferð eitt heilt summar gingið við hundaull i flonelsbindi uppi á lendunum, segði ein maður í 1938. Eitt konufólk, borin í heim í 1883, gekk 20 ára gomul við sokki úr svartari hundaull uppi á øðrum beini, tí hon hevði ringa pínu (gikt?) í tí.
Kattaskinn
Kattaskinn – best av fressi – kundi gera somu nyttuna sum svørt hundaull. Tað varð lagt uppá, har pínan sat, við tí lodna inn. Stundum verður dentur lagdur á, at skinnið átti at vera rotað. Einki hvítt hár mátti vera í tí, einki eitt, siga summi. Onnur halda, at liturin hevur einki at týða. Svørt kattaskinn fóru fyrr ímillum manna, og eitt skinn varð ofta lánt út fleiri ferðir og hevði merki eftir tí. Ikki var altíð neyðugt at hava skinnið uppi á kroppinum. Tað hjálpti eisini bert tað varð lagt í seingina. Ein maður segði í 1940, at lekjandi mátturin kattaskinninum stavar frá tí, at neistar koma úr tí í myrkri. Turrur og skarpur táttur av ållaskinni verður bundin um, har giktin situr.
Blóðkoppar
Blóðkoppar hava verið nógv nýttir fyri gikt, og hendir seg, teir verða nýttir enn. Vanliga verður blóðið tikið, har pínan situr. Vit siggja ofta hesi stuttu, hvítu, smølu arrini eftir knívinum, standandi saman í hópum á tí økinum, sum koppurin hevur fjalt. Stundum hava tey tikið sær av blóði uttan at súgva. Tá sjakslaðu tey bert við knívi og lótu blóðið seta úr.
Keldusár
Keldusár (Fontanella) vóru fyrr væl dámd fyri gikt. Ein maður, ið doyði fyri mongum árum síðan, var ringur av gikt í øðrum knænum, og hann hevði tí keldusár innanvert å knænum, og harumframt langar klænar álir av piparrót uppi á lærinum, festar við bindi. Annar maður, borin í heim í 1869, segði í 1924, at hann 20 ára gamal hevði havt keldusár á øðrum armi oman fyri alboga. Eitt blýhagl varð lagt upp á frísku húðina og bundið fast. Beinan vegin sár var marvað á, varð haglið skift um við eina ertur.
Tá ið tey settu keldusár, gjørdu tey vanliga so: Fyrst varð uttasta av húðini (rovan) skavað av, og ein ertur (Pisum sativum) varð løgd á, og lítil løriftslepi útyvir. Uttan á løriftið aftur varð lagt papppetti, og so bind um. Í 1927 sá eg ein mann við ertur-keldusári eitt sindur niðan fyri vinstra knæ. Stundum lótu tey hund sleikja sárið. Alls ikki óvanligt var at leggja sinnopsklíning upp á giktstaðið.
Klíningur
Var tað gikt í lendunum, hildu tó einstøk, at gott var at klina upp undir iljarnar. Klíningurin varð tilgjørdur úr sinnoppi og vatni, ella sinoppi og ediki rørdum saman til greyt. Vildu tey hava roða og ongar bløðrur, mátti klíningurin liggja uppiá í mesta lagi í 1/2-1 tíma. Her er ein sjúkusøga, har bæði sinnopsklíningur og blóðkoppar verða nýttir við sjúkraviðgerðina. Sagt mær søguna hevur konufólk, fødd í 1874: Eg tænti 14 ára gomul hjá einum bónda, og har trútnaði høgri skøvningur á mær, og eg hevði ilt í honum. Leitaði so til sjúkrahúslæknan í Havn og fekk gibs um og varð biðin um at koma aftur, tá ið viss tið var liðin. Men so fór eg kortini – vavið varð tikið burtur av heima – til ein kendan heimadoktara, og hann segði, at sjúkan, eg hevði, var vatngikt atlandi ti at trotin enn ikki var burtur. Frá honum fekk eg hesi ráð, og teimum fylgdi eg út í æsir: Fyrst var at tøma tarmarnar við 5 daga opningsviðgerð. Teir fyrstu 3 dagarnar fekk eg hvønn dag ruggreyt og rótasúpan. Fjórða dagin aftur rótasúpan, men ikki ruggreyt, og ½ pund av sviskum, ið høvdu staðið so leingi á heitum vatni, at maturin var losnaður frá steinunum. Sviskurnar át eg og drakk løgin. Seinasta dagin fekk eg 1 súpiskeið av olivunolju 3 ferðir. Tá ið hetta var gjørt, skuldi eg bíða til sólarhvørving, t. e. 8 dagar eftir fulla sól, og nú fekk eg sinnopsklíning upp á høgra arm á o. u. 12×12 cm stórt øki. Hann varð tikin av aftur um 1 tíma seinni, og síðan varð ein blóðkoppur settur upp á húðina, ið hevði sterkan roða. Øll viðgerðin átti at verða tikin upp aftur 3 ferðir við 1 mánaðar millumbili. Tiðarskeiðið ímillum koppseting og fullmánað mátti verða hildið væl og virðiliga.
Eisini hava tey roynt eina súpiskeið av siroppi við einum sindri av krúti rørdum útí.
Epli
Eplið (Solanum tuberosum) hevur verið nógv nýtt fyri gikt og verður enn hildið gott. Eplasoð, eplaløgur: 3 heil epli verða kókað í vatni, og vatnið verður drukkið – summi siga fastandi á morgni. Einstøk leggja afturat: Eplini eiga at verða etin aftaná. Stundum verða eplini skorin í dálar, og teir verða fergdir, og løgurin, sum drepur burturúr, verður drukkin. “Eg hevði í 1936 gikt í lendunum og havi síðan havt epli i lummanum til at byrgja fyri aftur at fáa eitt kast,” segði ein maður í 1950. “Eg havi ofta havt pínu í økslini, tá ið eg eri til skips,” segði annar maður, “so eg havi ikki sovið um náttina. Eitt epli í hondini hvørja nátt hevur hjálpt mær væl.” Eitt konufólk nakað við aldur segði, at hon lá við epladálum í hondini og hevði hondina i vøtti hvørja nátt: ein stóran dála í lógvanum og ein lítlan undir tumlinum; hon fekk sær nýggjar dálar hvørt kvøld. “Eg havi ofta gikt. Epli í lummanum hjálpir væl, helst tá ið eg av og á klípi í tað, so at sevja kemur undir neglina,” segði triði maðurin. Fjórði segði: “Eg klípi altíð, so neglirnar eru altíð vátar; tá sleppur sevjan í blóðið;” har umframt hevði hann 3 dálar i knæsbótini, bundnar fastar við turriklæði.
Klovið epli onkur sigur 3 dálar verður bundið fast at staðnum, har gikin er, og benið inn ímóti holdinum, siga summi, hjálpir væl. “Eg trúgvi uppá eplið,” segði ein kona í 1949, sum hevði gikt í høgru aks og við læsanál hevði fest eitt epli í troyggjuna undir kjólanum frammantil á liðinum; tað sást ígjøgnum klæðini.
Fyri gikt í aðrari hondini: Heilt epli í lógvanum bundið fast við turriklæði; hetta fólkið, ið giktina hevði, hevði eisini magnet, skapað sum hestaskógvur, í bandi inn á bera bringu.
Fyri lendagikt: Rátt epli seymað inn í lítlan løriftsposa festan at lendunum. Ein maður hevði 5 uppturkaðar epladálar, drignar upp á tráð, um miðjuna. Upp aftur ein gekk við 8 cm breiðum belti um miðjuna. Í beltinum vóru 10 lummar, og í teimum vóru epladálar.
Av tí, ið oman fyri er nevnt, síggja vit, at eplið ofta hjálpir burturfrá. Her eru nøkur dømi afturat: Fær ein sær epli í lumman, hjálpir tað fyri gikt i lendunum; ofta verður tað liggjandi í lummanum, til tað er turt og skorpnað. Er giktin um allan kroppin, verður epli bundið fast at húðini fyri flagbróstinum. Epli í lítlum petti av sildagarni mitt á bróstinum í ullintum tráð um hálsin hjálpir fyri gikt í báðum beinum.
At enda eitt avgamalt ráð fyri gikt í hælinum: Kókandi vatn verður koyrt á 3-4 mm tjúkkan epladála, og hetta verður standandi eina løtu. So verður dálin lagdur upp á hælin, og óvaskaður tógvi verður kliptur eftir fótinum og lagdur uppá, síðan hosur ella sokkar uttanyvir.
Ósáldað føroyskt mjøl
Ósáldað føroyskt mjøl verður hitað, síðan fyllt upp í posa, og posin lagdur upp á sjúka staðið. Tá ið posin og mjølið inni í honum kólna, verður hitað aftur uttan at lata posan upp. Staðin fyri mjøl ber til at nýta sáðir.
Hampastríggj
Hampastríggj, t. e. upptrevsað gamalt tog ella snøri, gjøgnumsett við tjøru, verður hitað og lagt upp á giktstaðið. Hetta ráðið er ógvuliga gamalt; vit vita, at maður, ið doyði í 1829, kendi tað og brúkti tað.
Bláður litur
Blátt varð hildið at hava í sær ikki lítlan mátt ímóti gikt. Tey litaðu indigo og onnur blálig litbrigdi. Vanliga litaðu tey í landi. Tey lótu litingina út í landið, og stundum eisini eitt sindur av kamferi. Landroykurin fór aldri heilt burtur. Stundum løgdu tey litaðu ullina upp á giktstaðið; men oftast bundu tey stúkur og hosur úr bláum tógvi. Við hvørt litaðu tey ikki fyrr enn bundið var. Bláa dýnu nýttu tey fyrr við giktfepur. Ein serlingur, sum doyði fyri mongum árum síðan, og sum ferðaðist bygd úr bygd, hevði bláar brøkur, ið rukku niður á hálvan tjúkkan. Hann kallaði tær giktbrøkurnar.
Ymiskt fitievni
Ymist fitievni varð nýtt at gníggja uppá. Eitt nú ístur av fólki, sum nevnt er í “I. Almennur partur” í stykkinum um fitievni. Tá ið gomul fólk hava gikt í liðunum, so kemur tað av feitttroti í liðunum. Tí eiga tey at verða gníggjað við olivunolju ella fløti, segði ein kona, borin í heim í 1874. Opodeldoc og sinasalva vórðu eisini nýtt. Eisini grønsápa við brennivíni og einum sindri av pipari og salti í. Døglingslýsi dugdi eisini, men tað varð smurt uppá, ikki gníggjað, og síðan okkurt ullint lagt um. Pína, sum er lík ischias, hevur verið viðgjørd á henda hátt.
Enn nøkur ráð fyri gikt: Baka við heitum sandposum, ella bak við súrum, heitum landi. Ein kona, ið varð ring av gikt í nakka og knokki, fekk giktina burtur við at lata seg í sokkar, sum dýggjaðir vóru í ediki. Í 1935 gekk gamal maður við telefontráð, ið klæddur var við kopari, bundnum um miðkurilin uttan á ulltroyggjuni; hann vónaði við tí at sleppa frá giktini, ið var um næstan allan kroppin. Magnet, skapað sum hestaskógvur, er nevnd, har skrivað er um epli fyri gikt. Í 1926 hevði nærum 80 ára gamal maður, ið lá á seingini, tílíka magnet á bakinum undir ulltroyggjuni og skjúrtuni og vónaði at fáa hjálp fyri gikt í ryggi og lendum. “Klemmilsi” er gikt ímillum herðabløðini. Ráð: Heitt, turt ullint stykki. Stundum hava tey smurt finska tjøru uppá, har ið giktin sat. Upp ímillum hoyra vit um giktaringar úr jarni ella stáli – vóru teir magnetiskir, var best.
Álvaskot er tað sum á donskum eitur hekseskud. Hetta orðið leiðir hugan á pátrúgv hjá teimum gomlu um, at sjúkan var elvd av álvum. Vert er at bera hetta orðið saman við álvapíl, sum er ein leys, lítil og kløn beinflís, ið av og á er í kjøtinum uttanum langleggin á seyði. Pílin er kløn sum stoppinál og veldur seyðinum einki mein, hann er púra frískur; tað er tí bert av tilvild, at menn varnast álvapíl.
Av og á hoyra vit orðið letigikt. Henda sjúkan er uttan iva nær bundin til skyrbjóg og verður tí nevnd í sambandi við hana.
- Greinin er endurgivin við loyvi frá Fróðskaparfelagnum.
- Myndin er úr húsunum í Grótinum á Skipanesi. Hon er “public domain” og er heintað frá Arkiv.dk. Heimildarfólk, ókent.
