Í sambandi við aðalfundin, har Casper Desvil Bech frá Executive Fitness helt fyrilestur um gikt og venjing, hevur Giktafelag Føroya fingið eitt serligt tilboð, sum er stílað okkara limum.
Tilboðið er eitt venjingartilboð við heimavenjing, sum gongur fyri seg yvir netið. Tað vil siga, at tú venur heima hjá tær sjálvum, meðan tú fært vegleiðing frá einum fysioterapeuti, umvegis netið.
Skipað verður fyri 8 heimavenjingum um mánaðin, fyri ein kostnað á 399 kr. um mánaðin, treytað at viðkomandi er limur í Giktafelagnum.
Sí annars meira á https://executivefitness.dk/personlig-hjemmetraening/
Vinarliga heilsan
Giktafelag Føroya
