Búmerki

BÚMERKI

Búmerki felagsins

Búmerki Giktafelags Føroya er ein baldursbrá – sama búmerki, sum felagið hevði heilt frá stovnsetan í 1948. Tað er eitt sterkt og søguligt symbol, sum hevur fylgt felagnum í yvir 75 ár.

Baldursbrá

Navnið baldursbrá kann tulkast sum samanseting av tveimum orðum: baldur og brá. Sambært Sprotanum kunnu bæði orðini hava fleiri merkingar.

Baldur kann merkja stóran vind ella storm, men eisini merkja góðan og dyggan. Brá kann sipa til eitt andlitsbrá – eitt eyðkenni ella uttrykk.

Hetta kann sostatt tulkast sum eitt sterkt súmbol upp á tann giktrakta og tey eyðkendu andlitsbrá, ið kunnu standast av giktarligum meinum – eitt baldursbrá.