Møði
MØÐI
Hvat er møði (fatigue)?
Við gikt og øðrum sjúkum fylgir ofta ein heilt serstøk møði, sum eitur fatigue. Hetta er ikki vanliga møðin, sum øll uppliva av og á – men ein djúp, yvirtakandi og kropslig útlúgvan, sum ikki kann hvílast burtur.
Tá svøvnur og hvíld ikki hjálpir
Umframt vanligu giktasjúkutekin er fatigue eitt rættiliga vanligt fylgitekið. Hetta er ikki tann møðin, sum kemur av manglandi svøvni ella av at hava arbeitt nógv kropsligt.
Fatigue kennist sum ein fullkomilig útlúgvan, sum ikki forsvinnur – hóast hvíld, sofa, svøvnur ella ein dagur uttan aktivitet.
Avlemjandi møði
Hjá nógvum giktsjúklingum er fatigue tann størsta avbjóðingin. Summi uppliva, at møðin er verri enn pínan sjálva.
Í ringastu støðum kann møðin gerast avlemjandi og ávirkar arbeiði, familjulív, útbúgving og sosialt lív í stóran mun.
Trupult at frágreiða – trupult at skilja
Fatigue er ósjónlig, og tí er hon eisini trupul at frágreiða fyri øðrum. Fólk, sum ikki liva við fatigue, hava ofta trupult við at skilja, hvussu yvirtakandi møðin kann vera.
Harafturat uppliva frísk fólk eisini at verða móð, og tí kunnu tey hava ringt við at skilja munin á vanligari møði og sjúkumøði.
Møðin broytist frá degi til dag
Fatigue kann koma og fara. Hon kann versna, tá giktin er meiri aktiv, men hjá øðrum er hon viðvarandi – eisini tá giktin er í hvílistøðu.
Hetta ger fatigue bæði ófyrisigliga og troyttandi, tí hon ávirkar bæði kropsligu orkuna og teir sosialu og praktisku møguleikarnar í gerandisdegnum.
