Politikkur

POLITIKKUR

Politikkur

Á hesari síðuni ber til at lesa nakað av tí politikki, sum er viðkomandi fyri føroyska brekøkið — bæði tá tað kemur til altjóða sáttmálar, sum Føroyar eru fevndar av, og politikki, sum er partur av innlendismálum.

Sí eisini eitt yvirlit yvir tær lógir og reglur, sum gera seg galdandi fyri føroyska brekøkið, við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek

Sáttmálin (EN: The Convention on the Rights of Persons with Disabilities) varð samtyktur tann 13. desember 2006 og bleiv viðtikin í Føroyum tann 13. mai 2009.

Endamálið er at fremja, verja og tryggja fólki, ið bera brek, øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi — og at tryggja virðingina fyri teirra viðføddu tign.

Heimsmálini fyri burðardyggari menning

Heimsmálini fevna um 17 mál og 169 deilmál. Nógv teirra eru beinleiðis ella óbeinleiðis viðkomandi fyri fólk, ið bera brek. Serliga:

  • Heimsmál 3 – Góð heilsa og vælferð
  • Heimsmál 4 – Dygdagóð útbúgving
  • Heimsmál 10 – Minni ójavna
Heimsmálini

Í góðum hondum

Frágreiðingin “Í góðum hondum” vísir á stóra tørvin á starvsfólki í kjarnuvælferðartænastum fram móti 2032. Uppskotini fevna m.a. um:

Heilsufremjan

  • Betri møguleikar fyri kropsligari heilsu og rørslu
  • Minnka nýtsluna av ósunnum mati og drykkjum
  • Minnka royking og rúsdrekkanýtslu

Rehabilitering

  • Systematisk og samanhangandi rehabilitering
  • Betri samskipan millum Sjúkrahúsverk, Almannaverk og kommunur
Í góðum hondum

ST-sáttmálin – sjónlig útgáva

Visjón 2015 – Mál og vegir

“Visjónin er, at Føroyar í 2015 verða millum bestu lond at virka og liva í... Vit ynskja, at Føroyar skulu verða samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði er til allar hendur, og har dygdargóðar sosialar skipanir tryggja øllum eitt virðiligt lív.”

Almannaverkið skal mótvirka sosialum ójavni og tryggja fólki við førleikatarni eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív.

Stuðul til viðgerð og venjing eigur at verða lagt um frá einstaklingastuðli til skipað viðgerðartilboð.