Klimaviðgerð
KLIMAVIÐGERÐ
Klimaviðgerð
Í samstarvi við Føroya Psoriasisfelag umsitir Giktafelag Føroya eitt viðgerðartilboð uttanlands, sum fólk við gikt ella psoriasis kunnu søkja um at fáa. Talan er um eitt viðgerðartilboð undir bestu klimatisku umstøðum, sum fleiri føroyingar árliga hava notið gott av.
Viðgerðartilboðið verður bjóðað í samstarvi við ein útlendskan fyriskipara og Naftalan, sum er ein viðgerðarstovnur í Kroatia, og verður fíggjað av Føroya Landsstýri. Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag senda út kunning, tá til ber at søkja.
Her kanst tú lesa meira um grundarlagið fyri klimaviðgerðini, játtan og mannagongdir:
Umsóknar blað Klimaviðgerð 2026 (PDF)Um klimaviðgerð
Venjing í bestu klimatisku viðurskiftum, vanliga kallað klimaviðgerð, er ein viðgerðarháttur, sum verður veittur sjúklingum við psoriasis og gikt. Ólíka vanligum viðgerðarmøguleikum, er talan um eitt viðgerðartilboð, sum verður veitt uttanlands, í Naftalan í Kroatia, og sum verður skipað av sjúklingafeløgunum Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag.
Klimaviðgerðin hevur áður verið veitt umvegis sjúkrahúsverkið, sum í 2021 støðgaði hesari viðgerð. Síðan 2023 hava sjúklingafeløgini sjálvi staðið fyri viðgerðini, umvegis stuðul frá Føroya Landsstýri.
Játtanin til klimaviðgerð
Játtanin til klimaviðgerð er oyramerkt og kann einans nýtast til hetta endamálið. Hon kemur ikki feløgunum til gagns á annan hátt enn til beinleiðis viðgerðartilboðini.
Játtanarsøga
2023
- 250.000 kr. til Giktafelag Føroya
- 250.000 kr. til Føroya Psoriasisfelag
2024
- 500.000 kr. til Giktafelag Føroya
- 500.000 kr. til Føroya Psoriasisfelag
2025
- 500.000 kr. til Giktafelag Føroya
- 500.000 kr. til Føroya Psoriasisfelag
Hvussu umsita feløgini viðgerðina?
Fleiri hava spurt, hvussu tvey sjúklingafeløg kunnu umsita eitt viðgerðartilboð, og hvussu feløgini kunnu gera av, hvør sleppur í klimaviðgerð og ikki. Feløgini hava sett ein arbeiðsbólk, mannaðan við umboðum frá Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag, sum tekur sær av øllum praktiska:
- fyriskipan av túri og flogferðaseðlum,
- samskifti við viðgerðarstovn og veitara,
- oyðubløð, mannagongdir og kunning.
Gongdin er skipað soleiðis, at ein læknafaklig meting verður gjørd fyri allar innkomnar umbønir, og er tað læknin, sum avgerð, hvør fær tilboðið bjóðað.
Orsøkin til at sjúklingafeløgini ikki sjálvi gera av, hvør sleppur í klimaviðgerð, er m.a., at feløgini ikki hava læknafakligan førleika til at meta um tørv og gagn av viðgerðini. Harafturat eru onkrir nevndarlimir sjálvir millum tey, sum kunnu hava tørv á klimaviðgerð. Við at lata lækna gera metingina, verður hildið, at ein kemur undan hesum trupulleikum.
Læknin, sum játtaði at meta um innkomnu umbønirnar, er fyrrverandi kommunulækni Jenis av Rana, sum eftir at hava gjøgnumgingið umbøninar eisini hevur havt samrøður við sjúklingarnar.
Mannagongd fyri at søkja
Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag boða frá, tá tíð er at søkja um klimaviðgerð. Tá ber til at søkja sambært hesari mannagongd:
Treytir fyri at kunna søkja
- tú hevur staðfest psoriasis- ella giktasjúku,
- tú ert limur í Giktafelag Føroya ella Føroya Psoriasisfelag.
Umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað, sum samstundis er ein støðulýsing av sjúkuni.
Tá ið umsóknarblaðið er útfylt og undirritað, sendir umsøkjari eitt avrit til visiterandi lækna, Jenis av Rana á klima@gikt.fo. Umsóknarblaðið kann fyllast út alt árið, men kann einans sendast visiterandi læknanum, eftir fráboðan frá feløgunum.
Eftir at umbønin er latin inn, gjøgnum gongur visiterandi læknin umsókninar, og út frá tí tekur læknin støðu til hvørjir umsøkjarar ið verða kallaðir inn til viðtalu. Viðtalan er grundarlag fyri metingina um, hvørt viðgerðin er hóskandi. Har verður sjúkrastøðan gjøgnumgingin og samanborin við møguleikar og avmarkingar í viðgerðartilboðnum.
Út frá innkomnum umbønum, sjúkra- og viðgerðarstøðu hjá tí einstaka og plássum á viðgerðartilboðnum í Naftalan, avgerð visiterandi læknin, hvør fær viðgerðartilboðið í boði.
Avmarkað pláss og tørvsmeting
Vert at minnast til
- Tað er altíð avmarkað pláss.
- Ikki øll, sum søkja, fáa klimaviðgerð bjóðaða.
- Metingin er læknafaklig og grundað á tørv.
- Giktafelagið og Psoriasisfelagið taka ongar avgerðir um, hvør fær viðgerð.
Læknafakliga metingin er ein tørvsmeting og ikki ein kø-skipan. Tað merkir, at tað ikki er tann, sum hevur bíða longst, sum sjálvandi fær pláss, men tann, har tørvurin og møguligi vinningurin av viðgerðini verður mettur størstur.
Feløgini hava heldur ongan lut í valinum av, hvør verður tikin út.
Yvirlit yvir sjúklingar, sum hava fingið klimaviðgerð
2023
- Umsøkjarar: 24
- Váttaðar umsóknir: 12 (+1)
- 6 við psoriasis og 6 við gikt
- Umframt ferðaleiðara við psoriasis
2024
- Umsøkjarar: 31
- Váttaðar umsóknir: 24 (+1)
- 12 við psoriasis og 12 við gikt
- Umframt ferðaleiðara við psoriasis og gikt
2025
- Umsøkjarar: 76
- Váttaðar umsóknir: 22 (+1)
- 10 við psoriasis og 12 við gikt
- Umframt ferðaleiðara við psoriasis
Ofta settir spurningar um klimaviðgerð
Hví verður klimaviðgerðin umsitin av sjúklingafeløgunum?
Orsøkin er, at hesin viðgerðarháttur varð niðurlagaður í sjúkrahúsverkinum, áðrenn feløgini fingu skipanina undir hendi í 2023. Klimaviðgerðin er einans vorðin møgulig aftur, tí at feløgini saman hava arbeitt fyri tí, og tí at tey hava fingið játtan á Løgtingsfíggjarlógini, oyramerkta til klimaviðgerð.
Hvør avgerð, hvør sleppur í klimaviðgerð?
Tað er tann visiterandi læknin, sum avgerð, hvør sleppur avstað í klimaviðgerð. Giktafelagið og Psoriasisfelagið taka onga avgerð í hesum máli.
Hvørjir kostnaðir eru tengdir at klimaviðgerðini?
Játtanin á Løgtingsfíggjarlógini dekkar kostnaðin fyri uppihald og mat, umframt flogferðaseðil úr Føroyum tur/retur. Hetta er fyri at gera viðgerðina so kostnaðarneutrala sum gjørligt fyri tey, sum fáa tilboðið.
Í summum førum hevur verið neyðugt at yvirnátta í Keypmannahavn og er hetta íroknað gjaldið – Aðrir kostnaðir fevna um limagjald í einum av feløgunum.
Hvussu ber til, at eg havi fingið avslag uppá klimaviðgerð?
Avgerðin byggir á eina læknafakliga tørvsmeting. Hetta merkir, at tað ikki er ein kø, men ein meting av, hvar tørvurin og møguligi vinningurin av viðgerðini er størstur. Øll, sum søkja, kunnu tí ikki vænta at fáa viðgerð bjóðaða.
Um tú hevur fleiri spurningar um klimaviðgerð, ert tú vælkomin at venda tær til Giktafelag Føroya ella Føroya Psoriasisfelag.
