Útbúgving, starv og pensjón
Les niðanfyri
ÚTBÚGVING, STARV OG PENSJÓN
Útbúgving, starv og pensjón
Tá tú hevur fingið staðfest gikt, eigur tú møguliga at umhugsa, hvørja útbúgvingar- og starvsleið tú velur. Tað eru ikki øll størv, sum eru væl egnaði til eitt lív við pínu og møði, og tí er ráðiligt at leita sær eftir einari leið, sum hóskar til tær avbjóðingar, sum giktin gevur.
Um tú hevur tikið eina útbúgving, men ikki metir, at tú megnar at brúka útbúgvingina orsaka av sjúku, eru møguleikar fyri eftirútbúgving, at fáa starvið tillagað v.m.
Legg til merkis, at síðan er seinast dagførd tann 13. oktober 2022. Tískil kunnu broytingar vera framdar í skipanum og tilboðum síðani tá. Upplýsingarnar eru vegleiðandi.
Útbúgving
Um tú ikki ert farin undir útbúgving, men hevur ætlanir um tað, er skilagott at hava giktina í huga, tá ið tú velur tína útbúgvingarleið. Slagið av gikt, hvussu hon ávirkar teg, og hvørji framtíðarútlitini eru, kann hava stóran týdning.
Summar útbúgvingar leiða til kropsliga krevjandi størv, sum kunnu vera torfør at røkja við gikt. Aðrar útbúgvingar leiða til meira skrivstovubundið arbeiði, har nógv tíð fer við at sita, sum eisini kann vera ein avbjóðing.
Um tú ivast í, hvør leið hóskar best, kanst tú ráðføra teg við tín lækna.
Tú kanst eisini fáa vegleiðing hjá Vegleiðingarstovuni.
Les meira um VegleiðingarstovunaLongu undir útbúgving?
Á føroysku útbúgvingarstovnunum ber í ávísan mun til at laga undirvísingina til tørvin hjá tí einstaka. Fyri giktsjúk kann hetta til dømis merkja longda fyrireikingar- og/ella royndartíð til próvtøkur og royndir.
Um tú ert lesandi, kanst tú venda tær til lestrarvegleiðingina á tínum útbúgvingarstovni fyri at hoyra um tíni rættindi. Eisini ber til at fáa vegleiðing hjá Vegleiðingarstovuni.
Les meira um VegleiðingarstovunaEftirútbúgving umvegis skúla
Um tú vegna sjúku ikki longur fært brúkt útbúgvingina, sum tú hevur lokið, ella hevur tørv á at skifta kós, ber til at eftirútbúgva seg umvegis arbeiðsbúgvingarskipanina hjá Almannaverkinum.
Um tú eftirútbúgvir teg umvegis skúla, kanst tú hava rætt til lestrarstuðul frá Studna. Harafturat ber til at fáa fíggjarligt ískoyti frá Almannaverkinum fyri at gera tað lættari at vera undir útbúgving.
Almannaverkið kann m.a. hjálpa við at:
- finna eina hóskandi útbúgving og søkja um upptøku,
- hava regluligt samskifti við teg og útbúgvingarstaðið um støðuna,
- veita ískoyti í mun til verandi stuðulsskipanir.
Eftirútbúgving umvegis lærupláss
Um tú eftirútbúgvar teg umvegis lærupláss, fært tú sáttmálaløn á jøvnum føti við onnur í læru. Í serligum førum ber til at fáa fíggjarligt ískoyti frá Almannaverkinum, undir ávísum treytum.
Almannaverkið kann m.a.:
- finna hóskandi lærupláss,
- hjálpa við umsókn og samskifti við arbeiðsgevara,
- fylgja við støðuni saman við tær og arbeiðsgevaranum.
Aftur á arbeiðsmarknaðin
Um tú ikki hevur verið á arbeiðsmarknaðinum í longri tíð, ella ert óviss/ur um, hvussu væl tú megnar at arbeiða, gevur arbeiðsbúgvingarskipanin hjá Almannaverkinum møguleika fyri:
- arbeiðsroynd (3–6 mánaðir),
- arbeiðsvenjing (upp til eitt ár).
Í báðum førum verður ein meting gjørd av tínari støðu í mun til arbeiðsmarknaðin, í samstarvi millum teg, Almannaverkið og arbeiðsgevaran.
Les meira um arbeiðsbúgvingArbeiðsroynd
Arbeiðsroynd er starvsvenjing í 3 til 6 mánaðir fyri fólk, sum hava torført við at koma inn á arbeiðsmarknaðin.
Endamálið er at kanna, um og hvussu tú kanst fóta tær á arbeiðsmarknaðinum, og um serligar tillagingar skulu til. Í tíðarskeiðinum veitir Almannaverkið fíggjarligt ískoyti.
Arbeiðsvenjing
Arbeiðsvenjing er ætlað teimum, sum av serligum orsøkum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum í longri tíð, men skulu royna at koma aftur í arbeiði.
Arbeiðsvenjing kann í mesta lagi vara eitt ár. Endamálið er at kanna, um tú kanst røkja títt fyrrverandi starv, ella halda fram á líknandi starvsleið. Vanlig lønar- og arbeiðsviðurskifti eru galdandi.
Tillagað starv
Um tú hevur trupult við at røkja títt starv orsaka av sjúku, ber til at koma í skipanina við tillagaðum starvi. Hon er ætlað fólki við varandi skerdum arbeiðsføri.
Arbeiðsføri skal vera skert minst 1/3 av vanligum arbeiðsføri. Arbeiðsgevarin rindar løn sambært sáttmála, meðan Almannaverkið veitir lønarískoyti upp til 22.000 krónur um mánaðin, umframt frítíðarløn og arbeiðsmarknaðargjøld.
Les meira um tillagað starvFyritíðarpensjón
Um tú hevur staðfest hálvt arbeiðsføri ella minni, kanst tú hava rætt til fyritíðarpensjón. Fyritíðarpensjónin er býtt upp í trý stig:
- Lægsta stig: ætlað teimum, sum arbeiða eftir førimuni.
- Miðal stig: ætlað teimum, sum hava fingið staðfest 1/3 arbeiðsføri.
- Hægsta stig: ætlað teimum, sum hava fingið staðfest onki ella lítið og onki arbeiðsføri.
Arbeiði fyri fyritíðarpensionistar
Um tú fært fyritíðarpensjón, ber til at koma í arbeiði hjá Dugna, har ein hóskandi arbeiðsdagur verður skipaður við støði í orku og førleikum.
Dugni hevur skipað arbeiðstilboð á Kambsdali, í Klaksvík og á Hjalla, har dentur verður lagdur á, at arbeiðsdagurin tekur hædd fyri heilsustøðu, megi og tí tørvi, sum tann einstaki hevur.
Les meira um arbeiði sum fyritíðarpensionistur hjá Dugna