Viðgerðarmøguleikar

VIÐGERÐARMØGULEIKAR

Viðgerðarmøguleikar

Umframt at taka heilivág fyri giktina, finnast eisini aðrir viðgerðarhættir, sum kunnu vera pínulinnandi ella kunnu virka linnandi fyri onnur sjúkutekin, ið stava frá giktini.

Niðanfyri kanst tú lesa um tey viðgerðartilboð, sum eru tøk fyri fólk, sum stríðast við gikt, og sum aðrir sjúklingabólkar eisini kunnu fáa rætt til.

Legg til merkis, at síðan seinast er dagførd tann 3. apríl 2024. Tískil kunnu broytingar vera framdar í tilboðunum, sum eru lýst her. Upplýsingarnar eru vegleiðandi.

Pínuklinikkin á Suðuroyar sjúkrahúsi

Sjúklingar, sum hava áhaldandi pínu í meira enn seks mánaðir, kunnu við ávísing frá kommunulækna fáa viðgerð á pínuklinikkini á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Á pínuklinikkini verður arbeitt í tvørfakligum toymi við pínulækna, sjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingi, fysioterapeuti og sosialráðgeva. Saman seta tey eitt tilboð saman við støði í tørvinum hjá tí einstaka.

Viðgerðarmøguleikar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er eitt ambulant endurvenjingartilboð, ið er skipað í bólkum við seks luttakarum í hvørjum bólki.

Endurvenjingin fer fram tríggjar ferðir um vikuna í átta vikur. Tað eru trý skeið um árið, við tveimum bólkum hvørja ferð. Eitt tvørfakligt toymi við fysioterapeuti, ergoterapeuti, heilsurøktara og psykomotoriskum terapeuti skipar venjingina.

Tilboðið inniheldur styrkjandi-, toyggjandi- og konditiónsvenjing, umframt venjing í heitum hyli og paraffinbað. Hóast talan er um bólkavenjing, verður dentur lagdur á at tillaga venjingina tí einstaka.

Tilboðið er ætlað ymiskum giktadiagnosum, og roynt verður at bólka luttakarar so skilagott sum tilber. Fólk við staðfestari giktasjúku kunnu ávísast av kommunulækna ella giktalækna. Er gikt ikki staðfest, krevst ávísing frá giktalækna.

Venjing í heitum hyli á Landssjúkrahúsinum

Á Landssjúkrahúsinum ber til at fáa atgongd til endurvenjingartilboð í heitum vatni til giktasjúklingar og aðrar pínusjúklingar. Vant verður í heitum hyli, og venjingin kann vera serliga egnað til teim, ið hava stirnar og pínufullar liðir.

Ávísing til venjing í heitum hyli fæst frá kommunulækna.

Viðgerðartilboð uttanlands (Klimaterapi)

Í samstarvi við Føroya Psoriasisfelag umsitir Giktafelag Føroya eitt viðgerðartilboð uttanlands, har fólk við gikt ella psoriasis kunnu søkja um uppihald og viðgerð undir góðum klimatiskum umstøðum.

Tilboðið er skipað í samstarvi við ein útlendskan fyriskipara og Naftalan, ein viðgerðarstovn í Kroatia, og verður fíggjað av Føroya Landsstýri.

Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag senda út kunning, tá til ber at søkja.

Fysioterapi

Við ávísing frá lækna ber til at fáa helvtina av kostnaðinum endurrindaðan frá Heilsutrygd fyri viðgerð hjá fysioterapeuti.

Fysioterapi er býtt upp í eindir. Ein eind kostar 106 krónur, og Heilsutrygd kann gjalda helvtina av kostnaðinum. Ein eind kann vara í uml. 20 minuttir, og ein viðgerð kann fevna um upp í tríggjar eindir.

Nærri kunning um ávísing fæst hjá kommunulækna.

Ergoterapi

Við ávísing frá lækna ber til at fáa helvtina av kostnaðinum endurrindaðan frá Heilsutrygd fyri viðgerð hjá ergoterapeuti.

Parturin, sum Heilsutrygd rindar, verður frádrigin, áðrenn sjúklingurin rindar sín part av viðgerðini.

Fótterapi

Við ávísing frá lækna ber til hjá summum sjúklingum at fáa fíggjarligt ískoyti frá Heilsutrygd til fótterapi. Veitingin verður veitt til ávísar bólkar, millum annað fólk við sverari liðagikt.

Ískoytið er 250 krónur fyri hvørja veiting, og hvør læknalig ávísing kann í mesta lagi umfata seks veitingar hjá statsautoriseraðum fótterapeuti.

Aðrar diagnosur, sum geva rætt til fíggjarligt ískoyti, eru ásettar í kunngerð um ískoyti til fótterapi.

Sálarfrøðilig viðgerð

Við ávísing frá lækna ber til at fáa 40% av kostnaðinum endurrindaðan frá Heilsutrygd fyri sálarfrøðiliga viðgerð.

Fyri fólk millum 15 og 35 ár ber til at fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, tá talan er um angist ella lætt til moderat tunglyndi. Til hetta krevst ávísing frá kommunulækna, og síðan verður sett samband við sálarfrøðing.