Nevndin
NEVNDIN
Nevnd felagsins
Felagið verður stýrt av eini 5- ella 7-manna nevnd, umframt tiltakslimum. Av nevndarlimunum skulu minst 3 vera sjúklingar, avvarandi ella serkøn.
Læknaligur ráðgevi er tilknýttur felagnum. Nevndin verður vald á árligum aðalfundi og skipar seg eftir fundin. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá felagnum.
Nevndarlutverk
Nevndin tekur strategiskar avgerðir, skipar fyri tiltøkum og tryggjar, at arbeiðið hjá Giktafelag Føroya verður lagt til rættis í samstarvi við limir, fakfólk og myndugleikar.
