Søgan
SØGA FELAGSINS
Søga Giktafelags Føroya
Giktafelag Føroya varð stovnað 22. august 1948 undir navninum Føroya Felag móti giktsjúkum. Felagið var eitt sjálvstøðugt føroyskt felag, sum hevði tætt samstarv við Rigsforeningen til bekæmpelse af reumatiske sygdomme.
Stovnarar felagsins
- Hans Debes Joensen, lækni
- Pauli Dahl, lækni
- Jacob Højgaard, lækni
- R. K. Rasmussen, lækni
- Knút Nygaard, lækni
- E. Rubek Nielsen, lækni
- Paula Dahl, próvstinna
- Jógvan Rasmussen, prentsmiðustjóri
- Aleksander Enniberg, yvirlækni
Í 1990 gjørdist felagið partur av Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, ið vit í dag kenna sum MEGD.
Leila Solmunde (1962–2010)
Leila Solmunde var forkvinna í felagnum í heili 16 ár, og varð síðan forkvinna í MBF, sum í dag eitur MEGD. Hon starvaðist eisini sum nevndarlimur í Dugna (fyrr ALV) í 8 ár.
Fyri sítt drúgva og týðandi arbeiði á brekpolitiska økinum fekk hon Kærleikakúluna frá Dugna í 2012 – posthumt.
