Gikt

GIKT

Hvat er gikt?

Gikt er ein sera útbreidd kronisk sjúka. Í Danmark stríðast 1 út av 8 við gikt. Vit vita ikki, hvussu útbreidd gikt er í Føroyum, men Giktafelag Føroya arbeiðir fyri, at vit fáa meira vitan um evnið, umvegis gransking og hagtøl.

Felags fyri fleiri giktsjúkur er, at tær viðkoma beinum, musklum, spongum og liðum. Tær flestu giktsjúkurnar taka seg út í pínu, møði, stívum liðum og niðursettum virkisførleika. Men tann ítøkiliga giktsjúkan er svingandi og kann vera ymisk frá persóni til persón – bæði tá ið tað kemur til, hvussu hart ein er raktur, og hvussu skjótt giktin ger um seg.

Nógv sløg av giktasjúkum

Gikt er ikki ein sjúka, men fevnir um fleiri enn 200 ymiskar sjúkugreiningar. Hetta merkir, at gikt hevur nógv andlit og tekur seg ymiskt út.

Pína í liðum, musklum og ryggi er felags fyri nærum allar giktsjúkur. Tær mest vanligu giktsjúkurnar eru gikt í rygginum, liðagikt og slitgikt. Nógv halda, at tað bert eru gomul fólk, sum fáa gikt, men bæði børn og ung kunnu eisini fáa staðfest gikt.

Gikt kann viðgerast – ikki lekjast

Gikt kann ikki lekjast, men við viðgerð kunnu árin bøtast og seinárin fyribyrgjast. Røtt viðgerð kann minka um giktapínu og ofta seinka gongdini í sjúkuni.

Giktsjúklingar kunnu sjálvir gera ymiskt, sum hjálpir við sjúkuni – so sum at venja, læra at liva við pínu, umframt at hugsa um kostvanar og kropsliga vekt. Hóast gikt ofta er varandi, kunnu ávís sløg fara í hvílistøðu ella “brenna út”.

Fylgisjúkur

Tá ið ein hevur gikt, er ein í størri vanda fyri at fáa aðrar sjúkur enn aðrir borgarar. Soleiðis er tað eisini ofta við øðrum autoimmunum sjúkum.

Serliga eru tað ávísar sjúkur, sum giktasjúklingar eru meira útsettir fyri, og tí er týdningarmikið at halda eitt vakið eyga við húð, eygum, beinum og tarmum og taka broytingar í álvara.