Hjálpartól
Les niðanfyri
HJÁLPARTÓL
Hjálpartól
Her kanst tú lesa um hjálpartól og treytir fyri at søkja um hjálpartól.
Tað finnast ein rúgva av hjálpartólum, sum kunnu lætta um gerandisdagin hjá fólki, ið stríðast við gikt, aðra kroniska pínu og líknandi. Hjá summum er talan ikki bert um hjálpartól, sum gera gerandisdagin lættari, men um tól, sum eru neyðug fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Síðan er seinast dagførd tann 20. desember 2022. Broytingar kunnu vera framdar í tilboðum og reglum síðani tá, og upplýsingarnar skulu tí einans skiljast sum vegleiðandi.
Dømi um hjálpartól
Hjálpartól kunnu hava nógvar ymiskar formar. Nøkur eru smá og einfald, meðan onnur eru størri og krevja serliga innrætting ella vegleiðing. Dømi um hjálpartól kunnu eitt nú vera:
- Serlig køksútgerð
- Hjálpartól til persónligt reinføri og at lata seg í við
- Koyristólur
- Høg vesibretti
- Elevatiónssong
- Brúsubonkur
- Stavur
- Ergonomiskir skógvar
Til ber at keypa hjálpartól frá privatum veitara, ella at søkja um hjálpartól umvegis Almannaverkið. Ikki øll hjálpartól eru tøk gjøgnum Almannaverkið, og veitingin byggir á eina persónliga tørvsmeting.
Hjálpartól frá Almannaverkinum
Giktarakt og fólk, sum liva við likamligum ella sálarligum avmarkingum, kunnu søkja um hjálpartól frá Almannaverkinum. Hjálpartólini eru til láns og skulu latast aftur, tá tørvur ikki er á teimum longur.
Persónar við likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku kunnu fáa stuðul til hjálpartól í sambandi við m.a.:
- Viðgerð og venjing
- Persónligt reinføri
- Flutning – herundir bil
- Húsarhald
- Innrætting og tillaging av íbúð
- Samskifti, kunning og ávaring
- Handfaring og flutning av vøru
- Tillaging og betran av nærumhvørvi
- Spæl og frítíðarítriv
Stuðulin er grundaður á eina tørvsmeting í hvørjum einstøkum føri. Um tú hevur tørv á hjálpartólum, kanst tú seta teg í samband við Almannaverkið fyri at fáa vegleiðing og møguliga umsókn.
Parkeringskort
Til ber at søkja um parkeringskort til persónar við avlamni ella til persónar, sum eru sera illa gongdir. Parkeringskort gevur vanliga møguleika fyri serligum parkeringarrættindum nær við inngongdir o.a.
Treytir fyri at søkja kunnu m.a. vera, at tú:
- Hevur fingið játtaðan stuðul til keyp av bili ella til rakstur av bili, sambært forsorgarlógini
- Ert góðkendur til at taka lut í einstaklinga avlamiskoyring við illa rørslutarnaðum persónum
-
Ella hevur varandi, niðursett evni at virka ella onnur heilsulig viðurskifti,
sum í serligan mun skerja evnini at:
- ferðast,
- varðveita ella fáa eitt arbeiði, ella
- fullføra eina útbúgving.
Um tú heldur teg lúka treytirnar, kanst tú venda tær til viðkomandi myndugleika fyri at fáa vegleiðing um umsókn um parkeringskort.
