Poddvarp
PODDVARP
Liðrørsla – Poddvarp Giktafelags Føroya
Giktafelag Føroya hevur eitt poddvarp við heitinum Liðrørsla. Poddvarpið er gjørt av Jóan Petur Joensen av Eiði og búsitandi í Klaksvík, í samstarvi við felagið. Hetta er ein røð av samrøðum, ið í breiðari meining snúgva seg um gikt og alt tað, sum fylgir við sjúkuni.
Í poddvarpinum verður prátað við ymiskar persónar, sum antin liva við gikt, hava familjulimir við gikt, ella hava serkunnleika innan heilsu, viðgerð, rørsla, fysioterapi, samskifti og trivnað. Endamálið er at skapa kunnandi tilfar, styrkja vitanina og gera tað lættari hjá fólki at skilja lívið við gikt.
Um poddvarpið
Endamálið við Liðrørslu er at varpa ljós á gikt og tær avbjóðingar, ið fylgja sjúkuni. Poddvarpið gevur eisini pláss fyri góðum ráðum um vælveru, rørslu og møguleikar í gerandisdegnum hjá giktraktum.
Nógvir føroyingar stríðast við gikt – fólk í øllum aldri. Fleiri enn 200 diagnosur koma undir giktasjúkur, og nógvir uppliva bæði pínu, stívar liðir, møði og niðursett virkni.
Í fleiri førum føla fólk seg einsamøll í sjúkuni. Poddvarpið skal vera ein stemma, sum gevur stuðul, kunnleika og álit í einum gerandisdegi merktum av avbjóðingum.
Um tú ynskir at luttaka í poddvarpinum ella hjálpa til við arbeiðinum, ber til at seta seg í samband við Giktafelag Føroya ella við framleiðaran av poddvarpinum.
Partar
- Partur: Um týdningin av at røra seg. Samrøða við Erlu Nielsen, fysioterapeut á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
- Partur: Um fysioterapi og íðkan. Samrøða við Jákup Petur Eliasen, deildarleiðara fyri fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu.
- Kemur skjótt: Fleiri spennandi partar eru á veg.
