Saman um gerandishetjur. Børn og ung sum hava gikt og tykkara familjur.

Hvør: Børn og ung sum hava gikt, foreldur og systkin.

Hvat: Vit spæla spøl, og hugna okkum saman. Vit bjóða drekkamunn við onkrum afturvið so tað er góður møguleiki hjá teimum vaksnu at fáa eitt kaffiprát um gerandisdagin við barnagikt, ella um okkurt heilt annað.
Vit hava spøl við og um veðrið er gott fara vit at gera okkurt uttanfyri. 🙂

Hví: So vit kunnu heilsa uppá hvønn annan. Hvørji eru tit sum hava barn við gikt? Kom og sig hey við okkum.

Hvar: Í Róðarneystinum í Miðvági. Her er góður møguleiki at sita og spæla og fáa eitt kaffiprát. Tað er eisini møguleiki at venja á maskinunum.

Nær: leygardagin 26.09.26, kl 13-16

Hvussu: melda til á eventinum á facebook