Giktafelag Føroya hevur fingið nýggja heimasíðu, sum avloysir gomlu heimasíðuna, sum hevur góð 16 ár á baki.
Gamla heimasíðan var ein statisk heimasíða, sum fevndi um grundupplýsingar hjá felagnum, og fevndi um neyvt sama innihald, sum stóð í einum faldara, sum ofta hevur verið at finna í bíðirúmum hjá læknaviðtalum og líknandi
Við nýggju heimasíðuni er ætlanin at greiða meira um hvat gikt er, at kunna um hvørjar viðgerðarmøguleikar giktrakt hava, og at leggja tíðindastubbar og greinir út, sum hava við giktaøkið at gera.
Haldið okkum til góðar um ávísar rættingar eru at gera á heimasíðuni. Síðan er ikki fullfíggjað enn, men arbeitt verður støðugt við at menna síðuna leypandi.
Vinarliga heilsan
Giktafelag Føroya
