ALTJÓÐA GIKTADAGUR: EITT VÆLEYDNAÐ TILTAK

Á altjóða giktadegnum í ár, skipaði Giktafelag Føroya fyri almennum tiltaki um gikt. Tiltakið varð hildið í Løkshøll í Runavík og fekk góða undirtøku og uppmøting.

Skráin fyri dagin var sum fylgjandi:

  • Formaður felagsins, Terji Beder, bjóðaði vælkomin og greiddi frá virksemi felagsins
  • Terapeutar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Benadicta Sólheim Ellingsgaard og Erla Nielsen, greiddu frá giktaviðgerð og teirra viðgerðartilboði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
  • Serlækni í reumatologi, Pero Soré, greiddi frá um lívfrøðiligan heilivág og um klimaviðgerð.

Á tiltakinum luttók eisini fyritøkan Rosah, sum selir ergonomisk hjálparamboð og HG service, sum selir hitaklæðir.

Takk fyri góða uppmøting.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *