Fundarfrásøgn.
Skrá: 1: Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
2: Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári.
3: Fyrilestur um sjúku og venjing við Casper Desvil Bech, sum er útbúgvin DIF diplomvenjari, og dagliga arbeiðir við kropsligari venjing.
4: Framløga til góðkenningar av grannskoðaðum ársrokniskapi við fíggjarstøðu.
5: Val av nevndar- og tiltakslimum.
6: Val av grannskoðara.
7: Framløga og viðgerð av innkomnum uppskotum.
8: Ymiskt Ad 1)
Val av fundarstjóra: Ingun varð vald til orðstýrara, meðan Guðrun varð vald til fundarskrivara.
Ad 2) Ársfrásøgn frá forkvinnuni, Juliannu Tórunnardóttir:
Klimaviðgerðin hevur fylt nógv. Boð um klimaviðgerð verða nú send út við mail. Áður hava boð verið givin umvegis tlf. Orsøkin er millum annað, at summi ikki vita sær hógv, um tey fáa boð um, at tey ikki sleppa við.
Nevndin hevur havt fund við HMR og politikarar um økta játtan til klimaviðgerð, tí út frá læknaligari meting, áttu fleiri at sloppi avstað. Í ár sleppa 2 sjúklingar meira við. Hetta er tí ov nógv varð goldið síðsta ár til danska fyriskiparan, sum Giktafelagið og Psoriasisfelagið samstarva við.
Fundir hava verið við MEGD um veddingarpengarnar, sum vit hava mist, tí felagið fær stuðul á fíggjarlógini til klimaviðgerð. Har er tó onki at gera.
Giktafelagið hevur skipað fyri ymiskum tiltøkum, m. a. gongutúri og familjutiltaki á jólum. Fá komu til gongutúrin, meðan góð undirtøka var til jólatiltakið.
Nýggj heimasíða er komin, tí tann gamla var ótíðarhóskandi.
Nevndin hevur í onkrum føri verið hjásitari í samband við at sjúklingur skuldi til giktalækna.
Í samband við valið, gjørdi nevndin eitt tíðindaskriv, við áheitan til politikarar um økta játtan til klimaviðgerð. Nevndin heitti á komandi løgtingslimir, at hava klimaviðgerðina í huga. Og somuleiðis arbeiða fyri øktari játtan, so fleiri kunnu fáa bjóðað klimaviðgerð.
Giktafelagið ætlar framyvir at áseta telefontíð. Alt arbeiði, sum verður gjørt í felagnum, er ólønt og sjálvboðið.
Ad 3) Fyrilestur um sjúku og venjing við Casper Desvil Bech.
Casper er persónligur venjari, og hevur verið tað í 12 ár. Hann hevur m.a. royndir í at venja giktasjúklingar. Hann hevði ein fyrilestur um venjing og gikt.
Venjing kann hjálpa giktasjúklingum at fáa eitt betri lív.
Felagið vil gjarna gjalda 1/2 av kostnaðinum fyrstu 2 mdr fyri hetta venjingartilboðið. Síðani kunnu limirnir halda áfram. Man bindur seg ikki útyvir hesar 2 mdr. Fullur prísur er 390 kr um mdr, og tvs 1/2 prísur fyri limir fyrstu 2 mdr. Venjingin er online í 45 min 2 ferðir um vikuna, og vit mugu saman finna útav nær tað liggur fyri hjá teimum flestu.
Ad 4) Framløga av ársrokniskapi:
Rokniskapurin var góðkendur uttan viðmerkingar.
Ad 5) Nevndarval: Øll, sum stillaðu upp, vóru vald. Í nevndini sita nú:
Mariann Steinberg
Gudrun M Nolsøe
Dávur Glerfoss
Ingun Dalbúð
Ingvør Justinussen
Diana Jacobsen
Søren Skinderholm
Tiltakslimir:
Fríbjørg Ljósá
Terji Beder
Ad 6) Val av grannskoðara:
Ongin grannskoðari varð valdur og onki uppskot var um grannskoðara. Tí má nevndin koma við uppskoti.
Ad 7) Innkomin uppskot:
Onki uppskot er innkomið.
Ad 8 Ymiskt: Spurningur kom um nevndin hevur umhugsað um tað kundi verið eitt egingjald til klimaviðgerðina. Hetta so fleiri sleppa avstað. Fráfarandi nevnd hevur ikki verið áhugað í hesum, tí hetta reisir fleiri prinsipiellar spurningar. M.a. hvussu hetta kann ávirka fólk, sum ikki hava ráð til egingjald. Nýggja nevndin vil tó taka hetta upp aftur og kanna tað nærri.
Aðalfundur í Giktafelagnum 23. mars 2026.
