Leygardagin 6. desember skipaði Giktafelag Føroya saman við Føroya Psoriasisfelag fyri jólatiltaki fyri børn, sum stríðast við gikt og psoriasis.
Børnini hugnaðu sær saman við pizza og jólakøkum, og MEGD-húsið var eisini ein góður karmur um krógva og blunda.
Børnini fingu eisini vitjan av jólamanninum. Hann var kreativur, tí hóast vit einki jólatræ høvdu, skipaði jólamaðurin fyri at pynta eina orkidé, sum dansað varð um, áðrenn børnini fingu hvør sína jólagávu.

Vit gleða okkum til fyrsta vikuskifti í desember 2026, tá tiltakið verður endurtikið í samstarvi millum feløgini.