FORMANSFRÁGREIÐING 2023 – 2024

FORMANSFRÁGREIÐING 2023 - 2024

Ársfrágreiðing fyri virksemið í tíðarskeiðinum 2023 – 2024 í Giktafelag Føroya.

Árið hesaferð hevur verið eitt ár merkt av skiftandi viðurskiftum, bæði sosialum og politiskum málum. Flestu av málunum hava verið fyri leingi, og hanga saman við arbeiði, sum undanfarnar nevndir eisini hava arbeitt við.

Formansfrágreiðingin hesaferð er trýdeild, og snýr seg um:

  1. Tað politiska arbeiðið,
  2. arbeiði við tiltøkum, og
  3. grannskoðan.

Áheitanarskriv

Á seinasta ársaðalfundi varð samtykt at gera eitt skriv til myndugleikarnar um at taka tað føroyska giktaøkið í álvara, og um at seta giktalækna Pero Soré aftur í starv. Aðalfundurin metti, at skrivið skuldi gerast sum eitt opið bræv.

Tann 8. Mai 2023 varð skrivið liðugt og sent sjúkrahúsverkinum, landsstýriskvinnuni í heilsumálum og varð eisini lagt út á heimasíðuna hjá felagnum, og sum lesarabræv á teir ymisku portalarnar.

Skrivið, sum var 8 síður langt, vísti á ónøgdsemi millum giktasjúklingar, sum merktu eina stóra afturgongd í skipanini, tá tað kom til sparingar av heilivági, konsulentskipan, klimaviðgerð, manglandi venjingarmøguleikar og viðgerðarmøguleikar. Her var eisini víst á, at sumt, sum segðist at verða sparingar, so sum konsulentskipanin, í roynd og veru vóru kostnaðartungar skipanir, sum ikki tæntu sjúklinginum.

Áheitanarskrivið tóktist at sláa væl ígjøgnum, og útloysti fundir bæði í Sjúkrahúsverkinum og í Heilsumálaráðnum.

Undirskriftainnsamling

Í tíðarskeiðinum 29. mai – 16. juni, varð skipað fyri undirskriftainnsavning um at seta giktalækna Pero Soré aftur í starv, sum uppá hesar 18 dagarnar góvu 532 undirskriftir.

Tann 16. juni vóru undirskriftirnar handaðar Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, sum takkaði fyri. Stutt eftir handanina kom fráboðan frá Heilsumálaráðnum um, at landsstýriskvinnan metti seg verða ógegniga í málinum, og at hon tískil hevði sent Løgmanni málið, sum síðan legði málið til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, sum síðan skuldi taka sær av málinum víðari.

Hóast undirskriftirnar vóru handaðar landsstýriskvinnuni í fíggjarmálinum í juli, er enn onki svar komið uppá undirskriftirnar.

Setanar/uppsagnarmálið hjá giktalækna

Tann 25. mars í ár fall dómur í Føroya Rætti, sum gav Sjúkrahúsverkinum viðhald í setanar/uppsagnarmálinum hjá giktalækna Pero Soré.

Danska serlæknafelagið, sum stevndi Sjúkrahúsverkið hevur ikki valt at fara víðari í málinum, og avgerðin er tí endalig.

Vit harmast um niðurstøðuna, og meta ikki, at avgerðin er til frama fyri giktaøkið. Eisini ivast vit í hvør støðan í framtíðini verður, tá støðan við giktalækanum enn er óviss.

Klimaviðgerð

Beint áðrenn seinasta aðalfund varð tað okkum greitt, at Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag høvdu fingið játtað hvør sínar 250.000 krónur til klimaviðgerð. Her ráddi um at gera skjótt av, við at fáa skipanina upp at koyra, og at fáa fólk visiteraði og send í viðgerð so skjótt sum yvirhøvur gjørligt. Hetta soleiðis at játtanin á Løgtingsfíggjarlógini kundi verða brúkt í fíggjarárinum, sum hevur alstóran týdning, um ikki latna játtanin skal fella aftur til landskassan.

Ein nevnd varð sett, við umboðum frá Psoriasisfelagnum og Giktafelagnum, sum gjørdi eitt umsóknarblað og eina mannagongd, sum skuldi liggja til grund fyri visitatiónina. Avtala var gjørd við kommunulækna Jenis av Rana, sum síðan hevur verið visiterandi lækni í mun til klimaviðgerðina.

Fyrsta liðið fór avstað tann 12. mai, við 12 sjúklingum, 6 úr hvørjum felagi, umframt einum ferðaleiðara úr psoriasisfelagnum, sum eisini var sjúklingur og sum kendi viðgerðarstaðið í Kroatia. Ferðaleiðarin var eitt krav frá veitaranum 1BedreLiv, sum viðgerðartilboðið verður veitt umvegis.

Síðan tá er játtanin tvífalda, og ferðaliðið, sum í ár fer avstað er eisini tvífalda. Ferðaleiðarin hesaferð er tó úr giktafelagnum, og eins og í fjør er talan um ferðaleiðara, sum eisini tørvar viðgerð.

  • Játtan í 2023:
    250.000 til Giktafelag Føroya
    250.000 til Psoriasisfelag Føroya
    Har vóru 24 umsøkjarar, harav 12 sluppu avstað (6 við gikt, 6 við psoriasis, umframt fylgjara frá Psoriasisfelag Føroya)
  • Játtan í 2024:
    500.000 til Giktafelag Føroya
    500.000 til Psoriasisfelag Føroya
    Har vóru 31 umsøkjarar, harav 24 sluppu avstað (12 við gikt, 12 við psoriasis, umframt fylgjara frá Giktafelag Føroya)

Klimaviðgerðin hevur tó ikki bara skapt gleði ímillum fólk, tí tað er komið fleiri limum í nevndunum í bæði giktafelagnum og psoriasisfelagnum at stórur ivi hevur verið sáddur um mannagongdirnar fyri hetta viðgerðartilboðið, og fleiri hava havt á máli, at eitt viðgerðartilboð ikki eigur at liggja í nøkrum sjúklingafelagi, men eigur at verða fevnt av heilsuverkinum.

Bæði giktafelagið og psoriasisfelagið eru samd í kritikkinum um, at viðgerðartilboð ikki eiga at liggja í felagsskapum, sum verða stýrdir av sjálvbodnum, og halda sjálvsagt eisini, at klimaviðgerðin átti at ligið í heilsuverkinum. Men sum støðan er, so er hetta ikki ein møguleiki, nevniliga tí klimaviðgerðin fullkomiliga datt niðurfyri tá hon lá í sjúkrahúsverkinum, hóast sjúklingar eru, sum ongan annan viðgerðarmøguleika hava annað enn klimaviðgerð.

Skulu vit velja ímillum at hava tvey sjúklingafeløg, sum taka sær av klimaviðgerðini, ella slett ikki hava klimaviðgerð sum viðgerðartilboð yvirhøvur, so er ikki nógv at ivast í, tí her eru bæði feløgini á einum máli um, at tað sjálvandi betri at hava eitt tilboð enn slett ikki at hava eitt tilboð. Vit halda tað vera sera týdningarmikið, at feløgini gera sítt til, at tilboðið verður varðveitt, tí sum sagt, so finst ongin annar viðgerðarmøguleiki enn klimaviðgerðin fyri summar sjúklingar.

Um vit so venda til tann fyrra kritikkin, um mannagongdirnar í samband við klimaviðgerðina, so skilir nevndin í giktafelagnum hesar atfinningar sum eitt úttrykk fyri, at fólk ikki kenna nóg væl til sjálva tilgongdina. Hetta tekur felagið sjálvsagt í størsta álvara, og tí varð avgjørt at arbeiða við at økja um gjøgnumskygni á skipanini. Til hetta er ein breddi settur av á heimasíðuni hjá giktafelagnum, har greitt verður frá øllum mannagongdum, og um hví mannagongdirnar eru sum tær eru. Hetta er sjálvsagt nakað, sum leypandi verður ment og dagført.

Felagið hevur eisini hoyrt frá fólki, sum hava verið skuffaði yvir ikki at hava fingið bjóða klimaviðgerð. Hóast tað er óheppið, og vit vildu ynskt at fleiri sluppu við, so er tað ein avgerð, sum liggur uttanfyri rásarúmið hjá feløgunum báðum, tí tað eina og aleina er ein læknalig meting, sum liggur til grundar fyri tørvsmetingini, har tørvurin hjá hvørjum einstøkum umsøkjara verður hildin upp ímóti tørvinum hjá øllum hinum umsøkjarunum, sum hava søkt um at sleppa avstað.

Vit kunnu tó gleðast um, at játtanin er vaksin, og at tað tí eru fleiri sum sleppa í viðgerð, og helst skal arbeiðast við at fáa hesa játtanina enn hægri, so enn fleiri sleppa við.

Vit kunnu í øllum førum gleðast um, at klimaviðgerðin kom á skrá aftur í fjør, og at játtanin er tvífalda í ár.

Tað er ein sólskinssøga.

Tiltak um barnagikt

Giktafelagið hevur í longri tíð havt ætlan um at skipa fyri einum tiltaki, sum snýr seg um barnagikt. Hetta uppskotið er sprottið úr einum foreldrabólki, sum sjálvboðið hevur skipa seg á Facebook, og sum hevur eftirlýst tiltakið. Hóast tiltakið ætlandi skuldi verða í fjør, so duttu ætlanirnar niðurfyri, og tiltakið bleiv av ongum. Í ár var tó annarleiðis, tí eitt tað fyrsta sum varð sett á skrá eftir seinasta nevndarfund var eitt tiltak um barnagikt, sum varð hildið í Løkshøll í Runavík.

Til tiltakið legði Absalon Eysturoy, serlækni í barnasjúkum og barnagikt fram um hvat barnagikt er og hvussu arbeitt verður við barnagikt í Føroyum, og um tørvirnir sum eru á økinum, bæði tá tað kom til útgerð og kunningartilfar. Afturat honum var eisini Charlotte Myrup, serlækni í barnagikt á Ríkissjúkrahúsinum, sum greiddi frá ymiskum sløgum av barnagikt, hvussu tað verður viðgjørt og hvørji hjáárin eru, tá børn fáa gikt.

Tiltakið varð væl vitjað, og fekk nógvar góðar afturmeldingar. Serliga varð dentur lagdur á møguleikan hjá hesum foreldrum at møta øðrum foreldrum, sum stríðast við líknandi avbjóðingar í gerandisdegnum.

75 ára hald

Árið í ár var nakað serstakt, tí í ár vóru 75 ár liðin síðan Giktafelag Føroya varð stovnað tann 22. august 1948. Hetta varð feirað við einum størri tiltaki, har borðreitt varð við køkuborði, livandi tónleiki og undirhaldi, umframt einari fjølbroyttari skrá, sum á ymsan hátt snúði seg um tað føroyska giktaøkið, og lutvíst eisini brekøki í síni heild.

Dagurin varð settur av Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, sum helt eina innleiðandi røðu, og ein stuttur inngangur frá formanninum í felagnum.

Á skránni fyri dagin var

  • Fyrilestur við Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðara, um FarGen-verkætlanina, hvat FarGen-verkætlanin er og hví tað er serliga viðkomandi fyri giktasjúklingar
  • Fyrilestur við Regin Berg, samfelagsfrøðingi og løgfrøðingi, um sosialar veitingar og hvørja ávirkan tær politisku broytingarnar seinastu árini hava ávirka fólk, ið bera brek, og hví tað skapar størri ójavna
  • Fyrilestur við Vár Næs, sum greiddi frá um náttúruterapi og sum gjørdi venjingar við áhoyrarunum
  • Fyrilestur við Absalon Eysturoy, serlækna, um børn og gikt

Afturat hesum vóru eisini tvey pallborðskjak, har giktaøkið varð viðgjørt bæði fakliga og politiskt:

  • Fakligt pallborðskjak við Edvard Heen, Almannaverkinum, Tóru við Keldu, MEGD, og Noomi Gregersen, FarGen
  • Politiskt pallborðskjak við Kaj Leo Holm Johannesen, Jenisi av Rana, Anniku Olsen, Eyðgunn Samuelsen, Súsonnu Olsen og Beini Johannesen.

Tiltakið fekk góðar afturmeldingar, hóast vit kundu ynskt, at undirtøkan tó var eitt sindur betri. Tiltakið stóð tó í kapping við fleiri onnur tiltøk, sum vóru á skrá um tað mundið. Tó var tað so, at fólk komu og fóru ígjøgnum dagin, uttan at luttaka allan dagin, sum tilsamans vóru heilir 6 tímar.

Grannskoðan

Tykkum kunnugt, so skuldi aðalfundurin hava verið fyri einum mánaði síðan, tann 15. Mai, men sum vit eisini boðaðu frá, so mátti hann avlýsast av serligum umstøðum.

Serligu umstøðurnar hesaferð var grannskoðanin, sum orsaka av teirri stóru upphæddini, sum er latin felagnum á Løgtingsfíggjarlógini, setir strangari krøv til grannskoðanina. Harafturat vóru útreiðslurnar í ár eisini óvanliga høgar, sum m.a. var orsaka 75 ára haldinum, onkrum gomlum rokningum, sum áttu at verið við í undanfarnum roknskaparárum og at skrivstovulutir eisini eru keyptir til felagið.

Økta játtanin til klimaviðgerðina og øktu útreiðslurnar í felagnum elvdi til, at allur roknskapurin varð gjøgnumgingin gjøllari enn hvat vanligt er, og sum ein næstan kundi vænta av einhvørjum sjálvbodnum felagsskapi, so vóru tørvir á batum á fleiri økjum, og sum máttu fáast í rætt lag, skuldi roknskapurin góðkennast av grannskoðaranum hjá felagnum.

Hóast tað er óheppið at flyta ein aðalfund, so vóru vit fegin um, at tað verður hildið eitt vakið eyga við tí virksemi, sum er í felagnum, og at tørvurin á mannagongdum og líknandi er komið í ljósmála.

Vit vita tí, at tørvur er á at gera mannagongdir fyri nær og hvussu tiltøk verða skipað, og at ein greið kostnaðarætlan altíð eigur at fylgja, sum síðan verður viðgjørd av nevndini í felagnum. Somuleiðis er tørvur á at gera greitt, hvør hevur ábyrgd av innkomandi posti og at greiða brúkararættindini á bankakontunum hjá felagnum, fyri at nevna nakrar av afturmeldingunum.

Eitt, sum eisini bleiv greitt var, at tørvur er á at fáa fleiri fólk at melda seg inn í felagið, og at hetta eigur at verða partur av einari strategi fyri felagið.

Hetta er partur av tí administrativa, sum ein komandi nevnd kemur at arbeiða við.

Takk fyri

Terji Beder,
formaður fyri Giktafelag Føroya

Formansfrágreiðing

Formansfrágreiðing 2022 – 2023

Formansfrágreiðing 2022 - 2023

Virksemi hjá Giktafelag Føroya – 2022 – 2023

Eitt buldrasligt ár

Árið hevur verið nógv merkt av serliga tveimum málum, sum felagið hevur arbeitt miðvíst fyri at fáa loyst. Talan hevur verið um tvey tung mál, har samrátt hevur verið við landsmyndugleikar, um at vinna okkum rættin til eina haldgóða tænastu, sum eftir okkara tykki hevur verið hótt hetta árið. Formaðurin og nevndarlimir í felagnum hava í hesum sambandi verið í miðlunum í fleiri umførum, har ljós er varpað á hesi málini.

Klimaviðgerð

Eftir at tveir skriftligir § 52 a fyrispurningar, eftir Tingskipanini, vóru settir landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, varð greitt, at klimaviðgerðartilboðið, sum hevur verið eitt tilboð fyri ávísar gikta- og psoriasissjúklingar, ikki longur var tøkt.

Tí skrivaði Giktafelag Føroya, saman við Psoriasisfelag Føroya og Morbus Bechterew Føroyar eitt áheitanarskriv til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum varð latið landsstýrismanninum tann 27. juni 2022.

Fundir vóru hildnir í hesum sambandi við bæði Heilsumálaráðið og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, sum tó ikki tóktust at hava nakra ávirkan, í mun til at fáa hetta tilboðið aftur á skrá.

Av hesi orsøk sendi Giktafelagið saman við Psoriasisfelagnum eitt felagsskriv til Trivnaðarnevndina í Løgtinginum, har vit bóðu um játtan til hesar viðgerðir, so at feløgini sjálvi kundu standa fyri hesum tilboðnum, nú tá hetta varð avtikið á Landssjúkrahúsinum.

Tá ið Løgtingsfíggjarlógin endaliga varð samtykt, høvdu Psoriasisfelagið og Giktafelagið 250.000 krónur hvør at brúka til hesa viðgerð.

Uppsagnar/setanarmál hjá giktalækna

Í samband við málið hjá giktalækna Pero Soré, skrivaði felagið eitt áheitanarskriv til bæði sjúkrahúsleiðsluna og til landsstýrismannin í heilsumálum, um at ganga afturkallingini av uppsøgnini hjá læknanum á møti. Áheitanarskrivið var bæði sjúkrahúsleiðsluni og landsstýrismanninum í hendi tann 12. august 2022.

Hetta setanar/uppsagnarmálið er enn í gongd, og tí vita vit ikki endaliga hvør støðan er, tó at vit ikki eru bjartskygd, tá ið tað kemur til eina evt. endursetan. Pero hevur boðað okkum frá, at Danska serlæknafelagið er farið undir at fyrireikað eitt rættarmál móti Landssjúkrahúsinum í hesum málinum.

Ein avleiðing av at hava ein fastan giktalækna, heldur enn tveir er, at vit hava fingið eina rokerandi konsulentskipan, har útlendskir læknar frá Ríkissjúkrahúsinum eru í Føroyum sum avloysarar, sum sambært sjúkrahúsleiðsluni er besti máti at kunna loysa aktuella trupulleikan, við manglandi læknaligari arbeiðskraft. Leiðslan hevur her vissað okkum fyri, at tey gera hvat tey kunnu, fyri at fáa hesa skipanina so góða sum gjørligt, men at tað kann taka tíð áðrenn hendan skipanin ordiliga er komin upp at koyra.

Tiltak á altjóða giktadegnum

Í samband við at vit frættu, at ein sjálvstøðugur foreldrabólkur at giktraktum børnum arbeiddi fyri at skipa eitt kunnandi tiltak, valdi Giktafelag Føroya at stuðla bólkinum í teirra arbeiði. Samskift varð millum felagið og bólkin um hvussu farast skuldi fram, og hvussu giktafelagið kundi hjálpa bólkinum við hesum tilatki. Skjótt varð avgjørt, at felagið vildi stuðla bólkinum við hølum og mati, og vildi samstundis eisini kunna øðrum borgarum um tiltakið.

Hetta tiltakið bleiv ikki hildið hetta árið, men vit vóna at tað verður hildið í næsta ár.

Nýggj heimasíða

Felagið hevur fingið nýggja og betri heimasíðu, enn tann gamla, sum annars hevur verið virkin síðan fyrst í 00unum. Við heimasíðuni kunnu giktasjúk lesa um gikt, síggja hvørji rættindi tey hava, hvørjir møguleikar eru fyri viðgerð og hjálpartólum, umframt at rættindi viðv. pensjón, eftirútbúgving, tillagaðum starvi ella arbeiðsbúgving eisini eru greinaði.

Avgerðin um at fáa felagnum nýggja heimasíðu varð tikin av undanfarnu nevnd í árinum 2021 – 2022, men heimasíðan var ikki klár fyrr enn í ár.

Giktafelagið umboðað í Sjúklingaráðnum

Fyrr í ár varð Sjúklingaráðið, sum vegleiðir landsstýrisfólkið í Heilsumálum í lógaruppskotum o.ø. umskipað, og í hesum sambandi hava øll feløgini í MEGD innstillað umboð úr teirra feløgum. Hesaferð fingu vit í Giktafelagnum eitt umboð, tá ið Hergerð Joensen bleiv vald sum umboð. T.v.s. At felagið nú er umboðað í hesum ráðnum, sum vit kunnu gleðast um, og vónandi ber til at gera batar á tí frontinum eisini.

Onnur virkin mál

Greinarøð
Vit hava sent fyrispurningar út til ymisk feløg, sum vit meta vera viðkomandi, um at skriva greinir um gikt, út frá ymiskum perspektivum. Hetta so vit fáa eina greinarøð við viðkomandi kunning um gikt, og so ljós eisini verður varpað á gikt út frá ymiskum sjónarhornum. Vit hava enn bert fingið eina grein sendandi, men hava frætt, at í øllum førum tvær greinir eru ávegis, ein frá MEGD, og ein frá Pínuklinikkini í Suðri. Tá hesar greinir vera latnar felagnum, vera tær lagdar á heimasíðuna at lesa, og vit vóna at tær fyrstu greinirnar fara at geva øðrum íblástur til eisini at skriva – vónandi eisini onkur av okkara limum.

Hagtøl
Felagið hevur eisini sent fyrispurningar til Sjúkrahúsleiðsluna og Almanna- og mentamálaráðið, um at fáa hagtøl fyri giktaøkið. Hóast vit ikki enn hava fingið svar frá Sjúkrahúsleiðsluni, so hava vit fingið svar frá AMMR, sum sigur, at gott og væl ein triðjingur av øllum, sum enda í tillagaðum starvi og í fyritíðarpensjón, enda í hesum skipanum orsaka av gikt. Tey vita ikki hvussu nógv í skipanunum hava gikt, tí man ikki ger slík hagtøl, men við input, er talið áleið ein triðjingur.

Tað finnast nógvar orsøkir til hví ein fær tillagað starv ella fyritíðarpensjón, summar av orsøkunum eru t.d. terminalar sjúkir o.a., meðan gikt ikki er lívshóttandi í so máta. Tí er okkara misstanki, at giktrakt fylla væl meira enn ein triðjing av teimum, sum eru í hesum skipanum, hóast vit enn ikki hava fingið hetta váttað. Ein annar misstanki, sum vit ikki hava fingið váttað er, at hesin eini triðjingurin ger, at gikt er størsti sjúklingabólkur, sum er umboðaður millum teirra, sum fáa fyritíðarpensjón ella eru í tillagaðum starvi.

Venjing í heitum hyli
Felagið hevur sent fyrispurningar út til nakrar av teimum svimjihylum kring landið, sum eru heitir, um at kunna fáa atgongd til hyljarnar, so hesir kunnu vera brúktir til venjing hjá okkara limum. Hetta so giktrakt betri kunnu fáa atgongd til venjing í heitum hyli, sum annars er ein trupulleiki hjá teimum, sum enn eru á arbeiðsmarknaðinum, tí tey tilboð av hesum slag, sum eru, liggja øll í dagtímunum, og tí ber illa til at fara til venjing, tá ein samstundis skal røkja eitt arbeiði.

Vit hava ikki fingið svar uppá hesar fyrispurningar enn, men koma at senda út rykkjarar.

Eisini er ætlanin at senda kommununum áheitanarskriv, um at hava heithylar í huga, tá nýggjir svimjihylar vera bygdir, og helst eisini at byggja hylar til venjing, heldur enn “spa-fasilitetir”, sum annars tykist at vera populert.

Avsláttarskipan
Felagið hevur arbeitt við einari  avsláttarskipan, har limir felagsins kunnu fáa avsláttur í handlum og hjá ymiskum viðkomandi tænastuveitarum, sum játta seg at vera partur av skipanini. Her er eitt skriv liðugt, sum verður sent út, men vit mangla enn at gera eitt limakort, sum kann brúkast sum prógv, tá ið skipanin kemur í nýtslu. Orsøkin til hesa skipanina er, at vit vilja geva limum okkara nakrar fyrimunir, sum kunnu lætta um í gerandisdegnum, tí vit vita, at tað kann vera sera tungt fíggjarliga at stríðast við gikt.

At enda
Hóast hetta árið hevur verið buldrasligt, so hava vit fingið góða hjálp frá limum, sum ikki eru vald í nevndina, sum hevur verið til stóra hjálp fyri okkara arbeiði. Vit mugu eisini sannað, at arbeiðsorkan hjá felagnum er avmarkað – flest okkara eru jú rakt av bæði pínu og møði – og tí vil eg heita á allar nýggjar kreftir um at halda sær framat.

 

Terji Beder,
formaður í Giktafelag Føroya