Liverpool Føroyar hevur latið Giktafelagnum 15.000 krónur í stuðli, sum serliga er ætlaður børnum og ungum við gikt. Julianna Tórunnardóttir, forkvinna í Giktafelagnum, tók ímóti stuðlinum. Janus úr Dímun handaði stuðulin vegna nevndina í Liverpool Føroyum.

