Fatigue – Hvat er tað?

Hevur tú gikt ella aðra autoimmuna sjúku, so eru sannlíkindir fyri at tú helst eisini kennir til tí møðina, sum á fakligum máli ofta verður kallað fatigue (Chronic Fatigue Syndrome).

Hetta er ikki bara tann vanliga møðin, sum øll kenna til, har ein er troyttur frá einum longum arbeiðsdegi, ella tá ein hevur overvað seg, men hetta er ein djúp og tung møði, sum útlúgvar, og sum kann fáa tær allar minstu gerandisligu uppgávurnar at tykjast sum fjøll, og kunnu tykjast fullkomiliga ómøguligar at fremja.

Fatigue er eitt rættiliga vanligt hjáárin ella sjúkueyðkenni hjá fólki við gikt og øðrum autoimmunum sjúkum. Og so allíkavæl er hon nógv yvirsædd. Millum tey, sum stríðast við hesa serligu møðina, verður ofta sagt, at hendan sjúkumøðin er nógv torførari at liva við enn tann pínan, sum fylgir teimum ymisku sløgunum av gikt. Hetta tí at hon er overvandi, kann tykjast sum hon tekur yvir bæði kropp og sinn, og so ber ikki til at hvíla ella sova hana burtur.

Mong sum stríðast við hesa møðina lýsa hana sum fylgjandi:

  • Ein kensla av at verða fullkomiliga drenaður, sjálvt eftir at hava sovið
  • Ein kropslig tyngd, sum tykist at koma uttanífrá, sum tyngir bæði armar og bein
  • Hugsavnan gerst trupul, tankarnir eru krámaðir og tað kann verða torført at tosa, tí ein ikki finnur orðini ein hevur tørv á
  • Ein kensla av at øll orka verður sogin úr einum

Við fatigue kann tað kennast kropsliga tungt, planlegging og at hava yvirlit kann verða torført, og tað kann eisini verða ein stór avbjóðing at luttaka í sosialum samanhangum ella yvirhøvur at møta fólki.

Fatigue og møði er ikki tað sama

Øll fólk merkja møði onkutíð, og flestu fólk kenna seg troyttan eftir ein langan arbeiðsdag ella um tey kanska eru undirsvøvnt í eina tíð. Tað er púra natúrligt.

Vanlig møði hevur ofta eina greiða orsøk, og gerst betri við svøvni ella hvíld, og vanlig møði gerst sjáldan ein forðing fyri at røkja vanligar uppgávur.

Men fatigue er annarleiðis. Tað er ein intens møði, sum ikki kemst av einari greiðari orsøk og sum hvørki kann hvílast ella sovast burtur. Gamaní eru tað mong, sum leggjast í songina av fatigue, men sjálvt eftir av hava hvílt seg ella hava sovið í tímavís, so er tað heldur sjáldan, at tað hevur nakra linnan mótvegis møðini. Verður roynt at stríðast ímóti hesi møðini, so er tað ofta, at møðin bara gerst enn verri.

Sum sagt fyrr í greinini, er talan um eina møði, sum ávirkar bæði kropp og sinn. Tað kann geva eitt ringt sinnalag, skapa frustratión og kann verða so ring, at tey raktu hvørki megna at hugsa ella tosa. Sætt at siga, er hetta tann av hjáárinum, sum fólk ofta meta verða tann mest torføri parturin at liva við, hóast hesi kanska liva við nógvari kroniskari pínu.

Fatigue er sostatt ikki bara møði, men eitt tungt og ofta ósjónligt hjáárin ella sjúkueyðkenni, sum hevur stóra ávirkan á lívið hjá fólki við gikt og øðrum autoimmunum sjúkum.

At seta orð á hana er fyrsta stigið móti størri forstáilsi.

Um tú kennir teg aftur í hesum slagnum av møði, ráða vit tær til at umrøða hetta við tínum lækna.

Les meira um fatigue her.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *