Formansrøða í samband við at Giktafelag Føroya fyllir 75 ár

Góðu øll somul.

Tað er gott at síggja so nógv av tykkum verða møtt her í dag, nú Giktafelag Føroya hevur fyriskipað giktaráðstevnu, í samband við at felagið tann 22. august í ár gjørdist 75 ára gamalt.

75 ár, tað er ein løta. Ikki bert ein løta, men ein rættiliga long tíð. Í grundini er tað somikið langtsíðan, at vit skulu heilt aftur til 1948, tá felagið bleiv stovna, undir øðrum navni og við einum lutvíst smalri endamáli. Felagið æt tá Føroya Felag móti giktsjúkum, og hevði til endamál at veita upplýsing um giktasjúkur, at betra um viðgerðarmøguleikar og at veita ráðgeving innan giktaøkið.

Hetta er eisini nógv av tí, sum felagið arbeiðir við í dag, men eins og felagið við tíðini hevur skift navn, er endamálið hjá felagnum eisini breiðka. Tí vit eru ikki longur bert eitt sjúklingafelag, við áhuga fyri heilsuspurningum. Vit eru eisini eitt felag, við áhuga fyri tí sosiala, sum viðkemur okkara lívskorum, sum giktsjúkum borgarum, har sosialar veitingar og skipanir eisini vera fevndar.

A tann hátt kanst tú siga, at eins og fakfeløgini umboða serliga áhugamál fyri ávísar bólkar, ger Giktafelagið og hini sjúklingafeløgini tað sama, og her er tað, at vit ofta kenna til frustratiónir, sum líkjast teimum, sum vit síggja millum fakfeløgini í dag.

Men ein grundleggjandi munur er tó tann, at tað í nógvan mun er torførari at umboða tey sjúku, tí hóast vit í okkara samfelag onkutíð tosa um fátækarváða, um løn sambært útbúgving, ella um tað yvirhøvur skal loysa seg at útbúgva seg, so haldi eg at eg tori at siga, at hetta einans er galdandi fyri tí arbeiðandi fjøldina, og ikki teimum sjúku. Hóast fólk við gikt sjálvandi eisini arbeiða, so er hesin parturin, við sjúkuni, so gott sum ongantíð partur av tí, sum myndar tí politisku dagsskránna.

Men eg ætli mær ikki at gera hetta ov politiskt, og ætli tí heldur ikki at koma longri inná tað. Tað er tað vit hava skránna til á degnum í dag, sum á tiltakinum hesaferð er meira samfelagsrættað enn hon onkutíð annars hevur verið.

Men vit hava tørv á at seta sjóneyguna á hesi viðurskiftini, og tað er tí at skráin sær út sum hon ger, og við hesum vóna vit at eisini hini sjúklinga feløgini koma at taka tættin upp, so vit frá ymiskum vinklum fáa lýst, hvat tað merkir at verða sjúkur í Føroyum.

Hetta var mín stutta “inngangsbøn”, men áðrenn eg latið orðið yvir aftur til orðstýraran, hava vit gjørt av, at vit á hesum degnum gjarna vilja heiðra ein av okkara allar trúðføstu limum, nevniliga Honnu Absalonsen. Hanna Absalonsen hevur í eitt mannaminni verið partur av Giktafelagnum og vit vilja gjarna takka henni fyri hennara virksemi og ídna íkast hesi mongu árini hon hevur verið í felagnum.

Við hesum fáu orðunum vóni eg, at vit fáa ein góðan dag saman, sum vónandi seta tankar í gongd hjá bæði limum, politikarum og fólki annars. Hetta er ikki ein vón, sum kemur úr ongum, tí hetta hevur týdning fyri hvussu vit í dag og framyvir koma at innrætta okkum sum samfelag.

Eg vóni, at hetta kann verða eitt fet fram á leiðini, har tað gerst lættari at verða sjúkur í Føroyum, og har ein kann luttaka á jøvnum føti við øðrum, sum ikki dragast við sjúku.

Takk fyri.

 

Terji Beder, formaður fyri Giktafelag Føroya.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *