Klimaviðgerð: Tvífalt so nógv sloppin avstað

Føroyska ferðaliðið er lent í Keypmannahavn, ávegis til klimaviðgerð í Kroatia.

Hesaferð er talan um 24 ferðandi, 12 við gikt og 12 við psoriasis, sum hava fingið viðgerðartilboðið bjóða. Tað er ein tvífalding sammett við í fjørð, tá ið 12 sloppu avstað tilsamans.

Hetta varð einans møguligt, tí at Løgtingið á seinast Løgtingsfíggjarlóg tvífaldaði játtanina til klimaviðgerð, eftir at Giktafelagið og Psoriasisfelagið áhaldandi hava víst á hendan tørvin.

Í tilgongdini tá fólk við psoriasis og gikt læknaliga eru mett mótvegis teirra tørvi á viðgerðini, hava vit skrásett talið av umsøkjarum, har tað umframt er noterað, hvørs tey, sum hava fingið klimaviðgerðina noktaða, eisini høvdu havt gagn av klimaviðgerð sum viðgerðarhátti. Á tann hátt hava vit skapt eitt grundarlag, sum byggir á læknaliga meting frá Jenisi av Rana, til politisku skipanina at taka støðu út frá. Allar skrásetingar eru sjálvandi gjørdar dulnevndar.

Vit vænta at hesin arbeiðshátturin hevur verið viðvirkandi til, at Føroya Løgting hevur valt at økja stuðilin til hendan viðgerðarháttin.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *