Vit ynskja ikki longri bíðitíðir, vit ynskja ikki færri læknaviðtalur, vit ynskja ikki ójøvn tilboð millum giktsjúk og vit ynskja ikki lægri góðsku í viðgerðini.
Men tað vænta vit at fáa, um ikki sjúkrahúsleiðslan skiftir hugburð ella landsstýrismaðurin traðkar í karakter.
Vit ynskja okkum ein royndan lækna, sum veit hvør støðan er á giktaøkinum í Føroyum, hvørja ávirkan tað føroyska veðurlagið hevur á giktina og hvønn leiklut tann føroyski genitikkurin spælir.
Vit ynskja ikki kostnaðarmiklar og skiftandi útlendskar læknar, tá vit longu hava ein væl royndan serlækna í Føroyum, sum í 14 ár hevur stríðst við at uppbyggja tað føroyska giktaøkið.
Áheitanarskriv er sent sjúkrahúsleiðsluni og landsstýrismanninum, Kaj Leo Holm Johannesen, um at seta giktalækna Pero Soré aftur í starv.
Lesið áheitanarskrivið her.
