Í dag hava vit verið til hoyring í Trivnaðarnevndini, har vit hava presentera okkara sjónarmið um ætlaðu broytingarnar í skipanini við tillagaðum starvi.
Vit hava víst á, at
- broytingar í skipanini raka giktasjúklingar meint, og at tað ikki finst nakað alternativt tilboð til hesi fólkini,
- at aldursmarkið á 64½ ár stendur í andsøgn við ynski um at halda fólki longri á arbeiðsmarknaðinum,
- at støðugar ætlanir um broytingar í skipanini skapa ótryggleika millum fólk, og at hetta ikki er haldbært fyri tey, sum eru fevnd av skipanini.
Afturat hesum, var eisini viðgjørt, um talan yvirhøvur er um eina sparing, tá tað kann væntast, at fólk gerast sjúkari, um tey verða hildin á arbeiðsmarknaðinum longri enn teirra heilsa loyvir.
Vit takka Trivnaðarnevndini fyri hoyringina.

One thought on “Giktafelagið til hoyring um skipanina við tillagaðum størvum”
Hi, this is a comment.
To get started with moderating, editing, and deleting comments, please visit the Comments screen in the dashboard.
Commenter avatars come from Gravatar.