Leygardagin 22. mai hevði Giktafelag Føroya fyrilestur um gikt, sum varð hildin í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Fyrilesturin var partur av tiltakinum Virkið Lív, sum Klaksvíkar kommuna skipaði fyri.
Til fyrilesturin greiddi forkvinna felagsins, Anna Petersen, frá søgu felagsins, og Terji Beder, nevndarlimur, hugleiddi um hvussu tað er at liva við gikt, og týdningin av at byrja at tosa um gikt, so at borgarar og samfelag gerast meira varðug við gikt.
Vit vilja takka øllum teimum, sum sýndu tiltakinum áhuga, og fyri at síggja so nógv andlit til fyrilesturin.





