Eitt væleydnað tiltak um barnagikt

Í Løkshøll í gjár skipaði Giktafelag Føroya fyri almennum tiltaki um barnagikt, sum hevur verið nógv eftirspurt av foreldrum at børnum við gikt.

Fyrsta innslag var ein kunnandi fyrilestur, har Charlotte Myrup, serlækni í barnagikt á Ríkissjúkrahúsinum, greiddi frá hvat barnagikt er. Hon greiddi m.a. frá ymiskum sløgum av barnagikt, hvussu tað verður viðgjørt og vísti á ymiskar trupulleikar, sum uppstanda, tá ið eitt barn fær staðfest gikt, og um hví tað er so týdningarmikið við regluligum læknavitjanum og kanningum.

Seinna innslag var við Absalon Eysturoy, serlækna á Barna- og ungdómsdeildini á Landssjúkrahúsinum, har hann greiddi frá alskyns viðurskiftum á deildini, um hvussu tilgongdin er, tá ein gerst tilknýttur deildini, og hvussu barnagikt verður staðfest. Eisini greiddi hann frá um hagtøl, ætlanir á deildini og um tørvir á økinum.

Sum eitt eykainnslag, greiddi Erla Nielsen sjúkrasystir á deildini um sítt arbeiði, og um allar tær uppgávur, sum hon hevur á deildini, og um at vera send á skeið innan barnagikt, fyri at fáa fleiri førleikar innan júst hetta økið.

Í spurnarrunduni vóru nógvir ítøkiligir spurningar frá foreldrum, og spurningar frá øðrum áhugaðum um barnagikt yvirhøvur. Millum hesar spurningar varð eisini komið inná tørvin á kunningartilfari um barnagikt, sum felagið við hjálp frá Absalon Eysturoy ætlar sær undir at skapa.

Tiltakið var sera væl eydnað, og sera kunnandi, og ein roynd varð eisini gjørd at banda framløgurnar, sum vit vónandi kunnu leggja út seinni. Hetta er nakað, sum felagið ætlar at gera meira burturúr, so vit kunnu skapa okkum ein vitanarbanka, sum verður tøkur hjá øllum giktraktum borgarum. Meira um hetta seinni.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *