ÓBOÐIÐ HOYRINGSSVAR: HVAT VERÐUR AV TEIMUM, SUM FELLA UTTANFYRI SKIPANINA?

ÓBOÐIÐ HOYRINGSSVAR: HVAT VERÐUR AV TEIMUM, SUM FELLA UTTANFYRI SKIPANINA?

Í uppskotinum til Løgtingsfíggjarlógina 2025 kom fram, at Samgongan ætlar at spara tvær milliónir við einum broytingaruppskoti til lógina um arbeiðsbúgving. Hetta kom óvart á, tí hvørki MEGD, Giktafelag Føroya ella nakað annað sjúklingafelag er hoyrt í hesi ætlan. Men, hóast Giktafelag Føroya ikki er hoyrt í málinum, hava vit sjálvboðið valt at skriva eitt hoyringsskriv um hesar ætlanir.

Lógaruppskotið fer til fyrstu viðgerð í morgin, 8. oktober, og tí er avmarkað hvussu væl felagið hevur kunna fyrireika hoyringsskrivið. Tí er neyðugt at vísa á, at tær atfinningar, sum eru at lesa í hoyringsskrivinum møguliga eiga at verða útbygdar enn meira. Her er ein av avmarkingunum tann, at tað í okkara skrivi er lagdur ov lítil dentur á tann partin, sum snýr seg um aldursmark fyri skipanina við tillagaðum størvum.

Haldið okkum til góðar, stundirnar hava ikki verið til at viðgerða hetta víðari.

Les hoyringsskrivið her.

KLIMAVIÐGERÐ: TVÍFALT SO NÓGV SLOPPIN AVSTAÐ​

Ferðalið farið úr Føroyum til Kroatia

KLIMAVIÐGERÐ: TVÍFALT SO NÓGV SLOPPIN AVSTAÐ

Í gjár 16. juni 2024 fór eitt ferðalið úr Føroyum, við leiðini móti Kroatia í klimaviðgerð. Lent var í Danmark í gjár, og í dag varð kósin sett móti Naftalan í Kroatia. Hesaferð er talan um 24 ferðandi, 12 við gikt og 12 við psoriasis, sum hava fingið hetta viðgerðartilboðið bjóða. Tað er ein tvífalding sammett við viðgerðartúrin í fjørð, tá ið 12 sloppu avstað til samans.

Orsøkin til at talið er tvífalda í ár er játtanin á Løgtingsfíggjarlógini, sum Trivnaðarnevndi hevur økt fyri 2024.

Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag fegnast fyri hendan møguleikan, tí fyri summar av okkara limum er hetta einasta viðgerð, sum hesi tola og hava góðan virkna av.

Tí gleðir tað okkum, at vit hava eitt vælferðarsamfelag, sum enn kann veita slíka viðgerð.

Meira kann lesast um klimaviðgerð her.

NÝGGJ NEVND OG FORMANSSKIFTI Í GIKTAFELAG FØROYA

NÝGGJ NEVND OG FORMANSSKIFTI Í GIKTAFELAG FØROYA

Á aðalfundi tann 15. mai, varð nýggj nevnd vald fyri Giktafelag Føroya. Fyri vali stóðu Terji Beder, Anna Petersen og Jónveig Arge. Øll trý valdu at stilla upp aftur, og afturat teimum valdi Ingun Dalbúð, sum er tiltakslimur í felagnum, og Julianna Tórunnardóttir at stilla upp.

Atkvøtt var millum fundarfólkið, har Terji varð afturvaldur, meðan Ingun og Julianna vóru nývaldar í nevndina. Anna og Jónveig valdu at stilla upp sum tiltakslimir, sum aðalfundurin samtykti.

Amy Johannesen, nevndarlimur, og Sunneva Jakobsen, tiltakslimur, valdu ikki at stilla upp aftur.

Í dag, tá ið nevndin skuldi skipa seg, boðaði formaðurin frá, at hann ikki ynskti at halda fram sum formaður í felagnum.

Nevndin skipaði seg sum fylgjandi:

  • Marian Steinberg, forkvinna
  • Terji Beder og Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, næstforfólk
  • Dávur K. Glerfoss, kassameistari
  • Gunleyg M. Arge, skrivari
  • Ingun Dalbúð, nevndarlimur
  • Julianna Tórunardóttir, nevndarlimur
  • Hergerð Joensen, nevndarlimur

Tiltakslimir

  • Jónveig Arge
  • Anna Petersen

Giktafelag Føroya ynskir Mariann blíðan byr í formanssessinum.

AÐALFUNDUR Í GIKTAFELAG FØROYA

AÐALFUNDUR Í GIKTAFELAG FØROYA

Mikudagin 15. mai kl. 19 verður aðalfundur fyri Giktafelag Føroya í MEGD-húsinum í Havn.
 
Fundurin verður hildin sambært reglum felagsins, men umframt vanligu skránna koma umboð frá Klaksvíkar sjúkrahúsi at halda fyrilestur um endurvenjingartilboðið á Klaksvíkar sjúkrahúsið.
 
Skrá fyri aðalfundin:
  1. Val av fundarstóra
  2. Frásøgn nevndarinnar frá virki
    felagsins í farna árinum.
  3. Framløga til góðkenningar av
    grannskoðaðum ársrokniskapi við
    fíggjarstøðu.
  4. Val av nevndar- og tiltakslimum
  5. Val av grannskoðara
  6. Innkomin uppskot.
  7. Ymiskt.

Uppskot til støðutakan av aðalfundinum, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn aðalfundin. Tað vil siga, í seinasta lagi mánadagin 8. apríl. Uppskotini kunnu sendast nevndini á gikt@gikt.fo.

Møguleiki verður at seta spurningar um klimaviðgerð o.a.

 

Við vón um góða luttøku.

Nevndin.

AÐALFUNDUR Í GIKTAFELAG FØROYA

AÐALFUNDUR Í GIKTAFELAG FØROYA

Mánadagin 15. apríl kl. 19 verður aðalfundur fyri Giktafelag Føroya í MEGD-húsinum í Havn.
 
Fundurin verður hildin sambært reglum felagsins, men umframt vanligu skránna koma umboð frá Klaksvíkar sjúkrahúsi at halda fyrilestur um endurvenjingartilboðið á Klaksvíkar sjúkrahúsið.
 
Skrá fyri aðalfundin:
  1. Val av fundarstóra
  2. Frásøgn nevndarinnar frá virki
    felagsins í farna árinum.
  3. Framløga til góðkenningar av
    grannskoðaðum ársrokniskapi við
    fíggjarstøðu.
  4. Val av nevndar- og tiltakslimum
  5. Val av grannskoðara
  6. Innkomin uppskot.
  7. Ymiskt.

Uppskot til støðutakan av aðalfundinum, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn aðalfundin. Tað vil siga, í seinasta lagi mánadagin 8. apríl. Uppskotini kunnu sendast nevndini á gikt@gikt.fo.

Møguleiki verður at seta spurningar um klimaviðgerð o.a.

 

Við vón um góða luttøku.

Nevndin.

Klimaviðgerð 2024: Til ber nú at søkja

Klimaviðgerð 2024: Til ber nú at søkja

Í samband við at Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag hava fingið játtan til at senda fólk í klimaviðgerð, ber nú til at søkja um hesa viðgerð fyri 2024.

Um ferðina:

Talan er um eitt intensivt venjingartilboð, sum fer fram undir bestu klimatisku viðurskiftum, á einum viðgerðar- og venjingardepli í Kroatia.

Les um viðgerðardepilin við at trýsta á leinkið her.

Vit vænta at farið verður úr Føroyum sunnudagin tann 16. juni, við heimferð mánadagin 15. juli.

Soleiðis søkir tú:

  • Prenta umsóknarblaðið úr, tak tað við til egnan kommunulækna. Umsóknarblaðið kann takast niður niðast á hesari síðuni.
  • Hjá kommunulæknanum verður umsóknarblaðið útfylt.
  • Send útfylta umsóknarblaðið til visiterandi læknan.

Teldupostadressan er at finna í umsóknarblaðnum, og umsóknarfreistin at senda til visiterandi læknan er sunnudagin 17. mars 2023 kl. 12.00.

Umsøkjarar fáa svar umvegis teldupost. 

Í mun til í fjør, er játtanin hækkað við 500.000 fyri hvørt felag, og tí kunnu fleiri væntast at fáa pláss í hesum umfarinum. 

Vit viðmæla øllum at søkja, sum meta seg hava tørv á klimaviðgerð.

Umsóknarblað fyri 2024

Margit Stórá, landsstýriskvinna

Setanarrøða hjá landsstýriskvinnuni til 75 ára hátíðarhaldið

Landsstýriskvinnan

Setanarrøða hjá landsstýriskvinnuni til 75 ára hátíðarhaldið

Allarfyrst fari eg at ynskja Giktafelag Føroya hjartaliga tillukku við 75 ára degnum, sum var 22. august í ár.

Síðani fari eg at takka tykkum fyri, at tit hava boðið mær her í dag. Tað er ein heiður fyri meg at fáa høvið at seta hetta almenna tiltakið, sum tit skipa fyri í sambandi 75 ára dagin.

Giktafelag Føroya er eitt áhuga- og sjúklingafelag, sum hevur sjóneykuna á, at gera umstøðurnar hjá fólki við gikt betri.

Tá eg skal minnast afturá, nær eg sjálv fyrstu ferð hoyrdi um gikt, so havi eg nokk verið smágenta, har omma, sum annars ikki gramdi seg, tosaði um, at nú var kalt í veðrinum og tað merkti hon væl á giktini. Eg helt tá, at gikt var nakað sum bara gamlar ommur høvdu, og bara tá tað var kalt. Seinni, sum størri smágenta, upplivdi eg, at ein vinkona hjá eini mostur míni, gjørdist rættiliga sjúk og merkt av liðagikt, sum var nakað heilt annað enn tað sum omma hevði.

Arbeiðið hjá Giktafelagnum er ikki bara við til at betra um umstøðurnar hjá limunum. Arbeiðið hjá tykkum varpar ljós á giktaøkið, og er við til at geva samfelagnum eina betri fatan av hvat tað vil siga, at hava gikt. Og er harvið eisini við til at skapa størri tolsemi um giktaøkið og við teimum, sum hava gikt.

Áhuga- og sjúklingafeløg hava stóran týdning í samfelagnum, við at umboða limirnar og teirra áhugamál og avbjóðingar.

Týdningurin kann neyvan yvirmetast. Feløgini eru við til at styrkja fólkaræðið, menna sosialar broytingar og at tryggja, at smáir og viðbreknir bólkar verða hoyrdir.

Harumframt hevur arbeiðið sum áhuga- og sjúklingafeløg gera, eisini við sær, at tað framhaldandi verður varpað ljós á tey økini, sum feløgini umboða. Hetta hevur stóran týdning fyri framhaldandi gransking og menning innan økini.

Feløgini virka eisini sum bindilið millum borgararnar og okkum politikarar, sum skulu taka avgerðirnar. Bólkar, sum annars høvdu havt trupult við at blíva hoyrdir, fáa eina rødd og verða hoyrd í almenna kjakinum. Til gagns fyri limirnar í felagnum og samfelagið sum heild.

Vit, politikarar og áhugafeløg eru samd um málið, nemliga at bøta um viðurskiftini hjá fólki við gikt. Kanska eru vit ikki altíð samd um vegin til málið. Men í góðum dialogi kunnu vit altíð vinna fram á leið.

Tað er ymiskt hvussu giktsjúkan rakar fólk. Tilsamans eru milliónir av fólkum rakt av giktsjúku á ein ella annan hátt.

Hetta hevur eisini við sær, at gjøgnum árini er nógv vitan um giktsjúkur fingið til vega, og nógv hevur verið granskað á økinum. Síðan farið var undir at viðgera fyri giktasjúkur, eru fleiri viðgerðarmøguleikar mentir og viðgerðin er eisini vorðin munandi betri gjøgnum árini.

Tað er at fegnast um, at viðgerðir alsamt gerast betri, og at fleiri kunnu liva væl og vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, hóast giktsjúku. Eg haldi, at vit øll kunnu vera samd um, at tað hevur stóran týdning, at sjúklingar í Føroyum fáa ta bestu viðgerðina, sum vit, sum samfelag hava møguleika at veita.

Tá avgerðir verða tiknar, er umráðandi, at avgerðirnar eru vísindaliga grundaðar, og at viðgerðar-mannagongdirnar innan avvarðandi øki verða fylgdar. Tá ið nýggjur og ofta slóðbrótandi heilivágur kemur á marknaðin, er kostnaðurin í ávísum førum sera høgur fyrstu árini. Men eftir nøkur ár, tá ið
fleiri framleiðarar sleppa á marknaðin, og kapping kemur á økinum, gerst prísurin eisini meira rímiligur, hóast viðgerðin er tann sama.

Vit kunnu ikki koma uttanum, at kostnaðurin fyri fleiri av viðgerðunum á økinum, eisini er sera høgur. Tað er ikki bert á giktaøkinum, men eisini á øðrum økjum. Hetta evnið hevur verið á breddanum í nógvum londum seinastu nógvu árini, og er tað framvegis.

Politikarar og samfelagið sum heild, kunnu koma í eina tvístøðu, tá pengar skulu raðfestast. Serliga er tað prísurin á heilivágnum, sum ofta fyllur nógv.

Í Føroyum hava vit síðani 2011 havt eina játtan á fíggjarlógini til serstakan sjúkrahúsheilivág, sum millum annað eisini fevnir um útreiðslur til giktaheilivág.

At vit hava eina játtan til serstakan sjúkrahúsheilivág, hevur við sær, at útreiðslurnar til tann dýra sjúkrahúsheilivágin verða sjónligari fyri politikarum, eisini tá tørvur er á at økja
játtanina.

Tað er eisini umráðandi, at vit varpa ljós á møguleikarnar at fyribyrgja sjúkur. Eisini giktsjúkur. Vit vita, at tað eru fleiri vandafaktorar, sum eru tengdir at lívsstíli, ið hava stóran týdning í mun til at gerast sjúk av summum av giktsjúkunum.

Fyribyrgjandi átøk hava eisini stóran týdning í mun til at tálma sjúkuteknunum innan allar sjúkur.
Tað er mín vón, at vit øll kunnu raðfesta fyribyrgingina meira frammalagað enn vit higartil hava gjørt.
Tað hevur stóran týdning framhaldandi at raðfesta nýggjar viðgerðarmøguleikar. Giktasjúkur hava stóra ávirkan á hvønn einstakan sjúkling. Pína, avmarkaður førleiki og verri
lívsgóðska eru nakrar av avbjóðingunum hjá fólkum við gikt.

Tað er okkara ábyrgd sum samfelag, at lætta hesa byrðu so nógv sum gjørligt.

Viðgerð fyri gikt er ment nógv, men tað er heilt vist, at tað framhaldandi er nógv, sum fer at kunna gerast betri. Vit skula framhaldandi eggja til gransking og menning av nýggjum viðgerðum. Vit skulu styrkja serlæknaøkir innan Sjúkrahúsverkið við heilsustarvsfólkum og tøkni. Vit skulu eisini styrkja kunningina um giktasjúkur, og vit skulu tryggja, at øll hava somu atgongd til tær neyðturviligu viðgerðirnar.
Umframt menningina av viðgerð fyri gikt við heilivági, kunnu vit framyvir eisini vænta okkum, at fólk við gikt, eins og á øðrum serøkjum, eisini fara at fáa størri gagn av tøkniligu menningini.

Loysnir sum eitt nú telemedisin og tele-endurvenjing kunnu gera tað møguligt hjá fólki, at fáa atgongd til røkt og venjing frá serfrøðingum, uttan at skulu ferðast langa leið.

Eisini kunnu vit vænta okkum, at vitlíki framyvir fer at vera við til, at kunna spáa um sjúkugongdir og at eyðmerkja hvørjir viðgerðarmøguleikar eru best í hvørjum einstøkum føri.
Persónliga tillagað viðgerð, tað vil siga, viðgerð sum er tillagað tann einstaka, grundað á millum annað ílegur og sum verður rópt persónlagað viðgerð – ella persónlagað medisin – er eitt økið, sum eisini er í stórari menning. Í Føroyum verður arbeitt við at fyrireika umstøður og undurstøðukervið til betri at kunna veita persónlagaða viðgerð í heilsuverkinum.

Nýtt Fólkaheilsustýrið er skipað, og farið er undir at menna og skipa stovnin til millum annað at veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing, sum er tillagað føroysk viðurskiftir og umstøður.
Farið er undir arbeiðið við at gera eina sokallaða dimensioneringsætlan, sum er ein serlæknaplanlegging fyri Føroyar. Tað vil siga, ein ætlan skal gerast, sum skal lýsa og
meta um hvørjar heilsufakligar førleikar føroyska heilsuverkið hevur tørv á frameftir.

Farið verður eisini undir at fyrireika Sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús. At Sjúkrahúsverkið verður universitetssjúkrahús, kemur sjúklingunum í Føroyum til góðar. Gransking vísir, at sjúkrahús sum raðfesta, at teirra heilsustarvsfólk fáa umstøður og tíð til gransking og undirvísing, veita betri sjúklingaviðgerð. Harumframt eru sannlíkindini størri fyri, at granskað verður meira í
serføroyskum viðurskiftum, tá ið granskingin fer fram í Føroyum.

Útlitini fyri framtíðina eru góð. Við vón um framhaldandi menning innan eitt nú persónlagaða viðgerð, nýggja framkomna tøkni, og einum vilja til at lætta byrðuna fyri bæði tann einstaka sjúklingin og fyri samfelagið, kunnu vit skapa eina betri framtíð fyri tey, sum hava giktsjúku.

Lat okkum í felag arbeiða fyri, at eingin skal líða óneyðugt, og at tað skal vera ein fyrimunur fyri alt samfelagið, at arbeitt verður við heilsumennandi átøkum.

Til seinast vil eg venda aftur til tykkara í Giktafelagnum, og endurtaka hvussu stóran týdning arbeiðið hjá tykkum hevur, bæði fyri limir tykkara og fyri samfelagið sum heild. Tit eru við
til at gera okkara samfelag meira rættvíst og fevnandi. Eg vil takka tykkum fyri tykkara stóra íkast.
Enn einaferð hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum.

Framhaldandi góðan dag og góða ráðstevnu.

Takk fyri

Giktafelag Føroya 75 ár

Skrá fyri 75 ára haldið

Skrá fyri 75 ára haldið

12:00: Vælkomin
Rógvi Ólavsson, orðstýrari

12:05: Setan
Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum 

12:15: Formaðurin hevur orðið
Terji Beder, formaður í Giktafelag Føroya

12:25: Børn og gikt
Absalon Eysturoy, barnalækni

12:50: FarGen: Gransking innan gikt og aðrar sjúkur í Føroyum
Noomi O. Gregersen, granskari

13:15: Steðgur
Lagkøka og drekkamuður

14:00: Gikt og venjing
Niklas Reginsson, fysioterapeutur

14.25: Náttúruterapi og pína
Vár Næs, náttúru- og kropsterapeuti

14.50: Sjúka, brek og tilknýti til arbeiðsmarknaðin
Regin Berg, stjórnmálafrøðingur

15:15: Steðgur við ábiti
Jens Marni Hansen spælir tónleik

16:00: Fakligt pallborðskjak
Evni: Fyribyrging, viðgerð, lívsgóðska og tilknýti til arbeiðsmarknaðin

16.45: Undirhald
Bill Justinussen undirheldur

17:00: Politikt pallborðskjak
Evni: Fyribyrging, viðgerð, lívsgóðska og tilknýti til arbeiðsmarknaðin

17:45: Samanumtøka
Rógvi Ólavson, orðstýrari

18:00: Tiltakið endar
Terji Beder, formaður í Giktafelag Føroya

Giktafelag Føroya 75 ár

Giktafelag Føroya 75 ár

Giktafelag Føroya 75 ár

Í samband við at Giktafelag Føroya tann 22. august 2023 gjørdist 75 ár, verður hervið bjóðað til almenna giktaráðstevnu, har borgað verður við áhugaverdum og upplýsandi fyrilestrum, fakligum og politiskum pallborðskjaki og góðum undirhaldi.

Tiltakið verður hildið í Lívdini í Hoyvík, leygardagin 4. november 2023, frá kl. 12 til 18.

Tiltakið er ókeypis og er ætlað øllum við áhuga fyri gikt og í tí føroyska giktaøkinum.

tiltakið á facebook, har viðkomandi dagføringar verða lagdar út.

 

Vingarliga heilsan

Giktafelag Føroya