Margit Stórá, landsstýriskvinna

Setanarrøða hjá landsstýriskvinnuni til 75 ára hátíðarhaldið

Landsstýriskvinnan

Setanarrøða hjá landsstýriskvinnuni til 75 ára hátíðarhaldið

Allarfyrst fari eg at ynskja Giktafelag Føroya hjartaliga tillukku við 75 ára degnum, sum var 22. august í ár.

Síðani fari eg at takka tykkum fyri, at tit hava boðið mær her í dag. Tað er ein heiður fyri meg at fáa høvið at seta hetta almenna tiltakið, sum tit skipa fyri í sambandi 75 ára dagin.

Giktafelag Føroya er eitt áhuga- og sjúklingafelag, sum hevur sjóneykuna á, at gera umstøðurnar hjá fólki við gikt betri.

Tá eg skal minnast afturá, nær eg sjálv fyrstu ferð hoyrdi um gikt, so havi eg nokk verið smágenta, har omma, sum annars ikki gramdi seg, tosaði um, at nú var kalt í veðrinum og tað merkti hon væl á giktini. Eg helt tá, at gikt var nakað sum bara gamlar ommur høvdu, og bara tá tað var kalt. Seinni, sum størri smágenta, upplivdi eg, at ein vinkona hjá eini mostur míni, gjørdist rættiliga sjúk og merkt av liðagikt, sum var nakað heilt annað enn tað sum omma hevði.

Arbeiðið hjá Giktafelagnum er ikki bara við til at betra um umstøðurnar hjá limunum. Arbeiðið hjá tykkum varpar ljós á giktaøkið, og er við til at geva samfelagnum eina betri fatan av hvat tað vil siga, at hava gikt. Og er harvið eisini við til at skapa størri tolsemi um giktaøkið og við teimum, sum hava gikt.

Áhuga- og sjúklingafeløg hava stóran týdning í samfelagnum, við at umboða limirnar og teirra áhugamál og avbjóðingar.

Týdningurin kann neyvan yvirmetast. Feløgini eru við til at styrkja fólkaræðið, menna sosialar broytingar og at tryggja, at smáir og viðbreknir bólkar verða hoyrdir.

Harumframt hevur arbeiðið sum áhuga- og sjúklingafeløg gera, eisini við sær, at tað framhaldandi verður varpað ljós á tey økini, sum feløgini umboða. Hetta hevur stóran týdning fyri framhaldandi gransking og menning innan økini.

Feløgini virka eisini sum bindilið millum borgararnar og okkum politikarar, sum skulu taka avgerðirnar. Bólkar, sum annars høvdu havt trupult við at blíva hoyrdir, fáa eina rødd og verða hoyrd í almenna kjakinum. Til gagns fyri limirnar í felagnum og samfelagið sum heild.

Vit, politikarar og áhugafeløg eru samd um málið, nemliga at bøta um viðurskiftini hjá fólki við gikt. Kanska eru vit ikki altíð samd um vegin til málið. Men í góðum dialogi kunnu vit altíð vinna fram á leið.

Tað er ymiskt hvussu giktsjúkan rakar fólk. Tilsamans eru milliónir av fólkum rakt av giktsjúku á ein ella annan hátt.

Hetta hevur eisini við sær, at gjøgnum árini er nógv vitan um giktsjúkur fingið til vega, og nógv hevur verið granskað á økinum. Síðan farið var undir at viðgera fyri giktasjúkur, eru fleiri viðgerðarmøguleikar mentir og viðgerðin er eisini vorðin munandi betri gjøgnum árini.

Tað er at fegnast um, at viðgerðir alsamt gerast betri, og at fleiri kunnu liva væl og vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, hóast giktsjúku. Eg haldi, at vit øll kunnu vera samd um, at tað hevur stóran týdning, at sjúklingar í Føroyum fáa ta bestu viðgerðina, sum vit, sum samfelag hava møguleika at veita.

Tá avgerðir verða tiknar, er umráðandi, at avgerðirnar eru vísindaliga grundaðar, og at viðgerðar-mannagongdirnar innan avvarðandi øki verða fylgdar. Tá ið nýggjur og ofta slóðbrótandi heilivágur kemur á marknaðin, er kostnaðurin í ávísum førum sera høgur fyrstu árini. Men eftir nøkur ár, tá ið
fleiri framleiðarar sleppa á marknaðin, og kapping kemur á økinum, gerst prísurin eisini meira rímiligur, hóast viðgerðin er tann sama.

Vit kunnu ikki koma uttanum, at kostnaðurin fyri fleiri av viðgerðunum á økinum, eisini er sera høgur. Tað er ikki bert á giktaøkinum, men eisini á øðrum økjum. Hetta evnið hevur verið á breddanum í nógvum londum seinastu nógvu árini, og er tað framvegis.

Politikarar og samfelagið sum heild, kunnu koma í eina tvístøðu, tá pengar skulu raðfestast. Serliga er tað prísurin á heilivágnum, sum ofta fyllur nógv.

Í Føroyum hava vit síðani 2011 havt eina játtan á fíggjarlógini til serstakan sjúkrahúsheilivág, sum millum annað eisini fevnir um útreiðslur til giktaheilivág.

At vit hava eina játtan til serstakan sjúkrahúsheilivág, hevur við sær, at útreiðslurnar til tann dýra sjúkrahúsheilivágin verða sjónligari fyri politikarum, eisini tá tørvur er á at økja
játtanina.

Tað er eisini umráðandi, at vit varpa ljós á møguleikarnar at fyribyrgja sjúkur. Eisini giktsjúkur. Vit vita, at tað eru fleiri vandafaktorar, sum eru tengdir at lívsstíli, ið hava stóran týdning í mun til at gerast sjúk av summum av giktsjúkunum.

Fyribyrgjandi átøk hava eisini stóran týdning í mun til at tálma sjúkuteknunum innan allar sjúkur.
Tað er mín vón, at vit øll kunnu raðfesta fyribyrgingina meira frammalagað enn vit higartil hava gjørt.
Tað hevur stóran týdning framhaldandi at raðfesta nýggjar viðgerðarmøguleikar. Giktasjúkur hava stóra ávirkan á hvønn einstakan sjúkling. Pína, avmarkaður førleiki og verri
lívsgóðska eru nakrar av avbjóðingunum hjá fólkum við gikt.

Tað er okkara ábyrgd sum samfelag, at lætta hesa byrðu so nógv sum gjørligt.

Viðgerð fyri gikt er ment nógv, men tað er heilt vist, at tað framhaldandi er nógv, sum fer at kunna gerast betri. Vit skula framhaldandi eggja til gransking og menning av nýggjum viðgerðum. Vit skulu styrkja serlæknaøkir innan Sjúkrahúsverkið við heilsustarvsfólkum og tøkni. Vit skulu eisini styrkja kunningina um giktasjúkur, og vit skulu tryggja, at øll hava somu atgongd til tær neyðturviligu viðgerðirnar.
Umframt menningina av viðgerð fyri gikt við heilivági, kunnu vit framyvir eisini vænta okkum, at fólk við gikt, eins og á øðrum serøkjum, eisini fara at fáa størri gagn av tøkniligu menningini.

Loysnir sum eitt nú telemedisin og tele-endurvenjing kunnu gera tað møguligt hjá fólki, at fáa atgongd til røkt og venjing frá serfrøðingum, uttan at skulu ferðast langa leið.

Eisini kunnu vit vænta okkum, at vitlíki framyvir fer at vera við til, at kunna spáa um sjúkugongdir og at eyðmerkja hvørjir viðgerðarmøguleikar eru best í hvørjum einstøkum føri.
Persónliga tillagað viðgerð, tað vil siga, viðgerð sum er tillagað tann einstaka, grundað á millum annað ílegur og sum verður rópt persónlagað viðgerð – ella persónlagað medisin – er eitt økið, sum eisini er í stórari menning. Í Føroyum verður arbeitt við at fyrireika umstøður og undurstøðukervið til betri at kunna veita persónlagaða viðgerð í heilsuverkinum.

Nýtt Fólkaheilsustýrið er skipað, og farið er undir at menna og skipa stovnin til millum annað at veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing, sum er tillagað føroysk viðurskiftir og umstøður.
Farið er undir arbeiðið við at gera eina sokallaða dimensioneringsætlan, sum er ein serlæknaplanlegging fyri Føroyar. Tað vil siga, ein ætlan skal gerast, sum skal lýsa og
meta um hvørjar heilsufakligar førleikar føroyska heilsuverkið hevur tørv á frameftir.

Farið verður eisini undir at fyrireika Sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús. At Sjúkrahúsverkið verður universitetssjúkrahús, kemur sjúklingunum í Føroyum til góðar. Gransking vísir, at sjúkrahús sum raðfesta, at teirra heilsustarvsfólk fáa umstøður og tíð til gransking og undirvísing, veita betri sjúklingaviðgerð. Harumframt eru sannlíkindini størri fyri, at granskað verður meira í
serføroyskum viðurskiftum, tá ið granskingin fer fram í Føroyum.

Útlitini fyri framtíðina eru góð. Við vón um framhaldandi menning innan eitt nú persónlagaða viðgerð, nýggja framkomna tøkni, og einum vilja til at lætta byrðuna fyri bæði tann einstaka sjúklingin og fyri samfelagið, kunnu vit skapa eina betri framtíð fyri tey, sum hava giktsjúku.

Lat okkum í felag arbeiða fyri, at eingin skal líða óneyðugt, og at tað skal vera ein fyrimunur fyri alt samfelagið, at arbeitt verður við heilsumennandi átøkum.

Til seinast vil eg venda aftur til tykkara í Giktafelagnum, og endurtaka hvussu stóran týdning arbeiðið hjá tykkum hevur, bæði fyri limir tykkara og fyri samfelagið sum heild. Tit eru við
til at gera okkara samfelag meira rættvíst og fevnandi. Eg vil takka tykkum fyri tykkara stóra íkast.
Enn einaferð hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum.

Framhaldandi góðan dag og góða ráðstevnu.

Takk fyri