Útbúgving, starv og pensjón

Tá tú hevur fingið staðfest gikt, eigur tú møguliga at umhugsa hvørja útbúgvingar- og starvsleið, tú velur at taka. Tað eru ikki øll størv, sum eru væl egnaði til eitt lív við pínu og troyttleika, og tí er ráðiligt at leita sær eftir einari starvs- og útbúgvingarleið, sum hóskar seg til tær avbjóðingar, sum giktin gevur.

Um tú hevur tikið eina útbúgving, men ikki metir, at tú megnar at brúka útbúgvingina orsaka av sjúku, eru møguleikar fyri eftirútbúgving, at fáa starvið tillagað v.m.

Legg til merkis, at síðan seinast er dagførd tann 13. oktober 2022, og tískil kunnu ávísar broytingar verða við teimum tilboðum, sum her eru lýst. Síðan skal tí einans skiljast sum vegleiðandi.

Útbúgving

Um tú ikki ert farin undir útbúgving, men hevur ætlanir um tað, vil Giktafelagið ráða tær til, at hava giktina í huga, tá ið tú velur tína útbúgvingarleið. Alt eftir hvat slag av gikt tú stríðist við, hvussu hetta ávirkar teg og hvørji framtíðarútlitini eru, er ráðiligt at hava hetta í mentu, áðrenn útbúgvingarleiðin verður vald. Til dømis kann tað verða kropsliga krevjandi at velja ávísar útbúgvingar, sum kann verða ein avbjóðing fyri giktsjúklingar, meðan aðrar útbúgvingar kunnu leiða til størv á kontóri, har nógv tíð fer við at sita stillur og arbeiða, sum eisini kann verða avbjóðandi.

Um tú ivast í hvør útbúgvingarleið er best fyri teg, kanst tú ráðføra teg hjá tínum lækna. Tú kanst eisini venda tær til Vegleiðingarstovuna fyri vegleiðing við útgangsstøði í tínum tørvi.

Longu undir útbúgving?
Á føroysku útbúgvingarstovnunum ber í ein ávísan mun til at skipa undirvísingina eftir tørvinum hjá tí einstaka. Fyri giktsjúk ber í summum førum til at fáa longda royndar- og/ella fyrireikingartíð til próvtøkur og royndir.

Um tú ert lesandi á einum føroyskum útbúgvingarstovni, kanst tú venda tær til lestrarvegleiðingina á tínum stovni, fyri at hoyra um tíni rættindir sum lesandi á tínari útbúgving. Eisini kanst tú venda tær til Vegleiðingarstovuna fyri nærri kunning.

Les meira um Vegleiðingarstovuna

Fyritíðarpensjón

Um tú hevur staðfest hálvt arbeiðsføri ella minni, hevur tú rætt til fyritíðarpensjón. Fyritíðarpensjónin er býtt upp í trý stig, hægsta, miðal og lægsta.

  • Lægsta stig: ætlað teimum, sum arbeiða eftir førimuni
  • Miðal stig: ætlað teimum, sum hava fingið staðfest 1/3 arbeiðsføri
  • Hægsta stig: ætlað teimum, sum hava fingið staðfest at tey onki ella lítið og onki arbeiðsføri hava

Les meira um fyritíðarpensjón

Arbeiði fyri fyritíðarpensionistar
Um tú fært fyritíðarpensjón, ber til at koma í arbeiði hjá Dugna, har ein hóskandi arbeiðsdagur verður skipaður útfrá orku og førleikum. Dugni hevur skipaði arbeiðstilboð á Kambsdali, í Klaksvík og á Hjalla.

Les meira um arbeiði sum fyritíðarpensionistur hjá Dugna

Tillagað starv

Um tú hevur trupult við at røkja títt starv orsaka av tíni sjúku, ber til at koma í skipanina við tillagagum starvi, sum er ætlað fólki við varandi skerdum arbeiðsføri. Fyri at koma í skipanina, skal arbeiðsføri vera skert 1/3 av vanligum arbeiðsføri.
Arbeiðsgevarin rindar løn sambært viðkomandi sáttmála, sum arbeiðið verður mett at samsvara við. Almannaverkið rindar lønarískoyti við í mesta lagi 22.000 krónur um mánaðin, umframt frítíðarløn og arbeiðsmarknaðargjøld.

Les meira um tillagað starv

Aftur á arbeiðsmarknaðin

Um tú ikki hevur verið á arbeiðsmarknaðinum í longri tíð, ella ikki veitst hvussu væl tú megnar at verða á arbeiðsmarknaðinum, gevur skipanin fyri arbeiðsbúgving hjá Almannaverkinum møguleika fyri einari arbeiðsroynd, sum er ein arbeiðsførleikameting, ið varir 3 til 6 mánaðir, ella at fara í arbeiðsvenjing. Í báðum førum verður ein meting gjørd av tínari støðu í mun til arbeiðsmarknaðin, sum verður gjørd í samstarvi millum teg, Almannaverkið og arbeiðsgevaran.

Arbeiðsroynd
Um tú hevur torført við at koma á arbeiðsmarknaðin, kann Almannaverkið skipa fyri einari arbeiðsroynd, sum er ein starvsvenjing, sum varir 3 til 6 mánaðir. Endamálið við arbeiðsroyndini er at finna útav um ella hvussu tú kanst fóta tær á arbeiðsmarknaðinum, og um serligar tillagingar skulu til, fyri at hetta gerst møguligt. Í tíðarskeiðinum har arbeiðsroyndin fer fram, veitir Almannaverkið eitt fíggjarligt ískoyti, so at hetta gerst møguligt.

Arbeiðsvenjing
Um tú av serligum orsøkum ikki hevur verið á arbeiðsmarknaðinum í longri tíð, og skalt út aftur í arbeiðið, kann Almannaverkið skipa fyri einari arbeiðsvenjing, sum í mesta lagi kann varða eitt ár. Endamálið við arbeiðsvenjingini er at finna útav, um tú kanst røkja títt fyrrverandi starv, ella um tú kanst halda fram á líknandi starvsleið. Undir arbeiðsvenjingini eru vanlig lønar- og arbeiðsviðurskiftir galdandi.

Les meira um arbeiðsbúgving

Eftirútbúgving

Um tú vegna sjúku ikki longur fært brúkt ta útbúgving, sum tú hevur lokið, ella hevur tørv á at útbúgva teg til eitt starv, ber til at eftirútbúgva seg umvegis skipanina fyri arbeiðsbúgving hjá Almannaverkinum. Við hesari skipanini ber til at eftirútbúgva seg umvegis skúla, ella at eftirútbúgva seg umvegis lærupláss.

Eftirútbúgving umvegis skúla
Um tú ynskir at eftirútbúgva teg umvegis skúla, kanst tú hava rætt til lestrarstuðul frá Studna. Harafturat ber eisini til at fáa eitt fíggjarligt ískoyti frá Almannaverkinum, fyri at lætta um møguleikan at eftirútbúgva seg.

Almannaverkið kann stuðla við at

  • finna fram til hóskandi útbúgving og hjálpa til at søkja og fáa samband við útbúgvingarstaðið
  • hava regluligt samskifti við tann útbúgvingartakandi og útbúgvingarstaðið um støðuna
  • veita fíggjarligt ískoyti til teir stuðulsmøguleikar, sum frammanundan eru galdandi fyri tey, sum eru undir útbúgving

Eftirútbúgving umvegis lærupláss
Um tú ynskir at eftirútbúgva teg umvegis lærupláss, hevur tú rætt til sáttmálaløn, javnt við onnur í læru. Í serligum førum ber til at fáa eitt fíggjarligt ískoyti frá Almannaverkinum. Hetta er undir ávísum treytum, sum eru útgreinaðar á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Almannaverkið kann stuðla við at

  • finna eitt hóskandi lærupláss og hjálpa við at fáa samband við og at søkja um læruplássið
  • hava regluligt við útbúgvingartakandi og arbeiðsgevaran um støðuna