Mikudagin 15. mai kl. 19 verður aðalfundur fyri Giktafelag Føroya í MEGD-húsinum í Havn.
Fundurin verður hildin sambært reglum felagsins, men umframt vanligu skránna koma umboð frá Klaksvíkar sjúkrahúsi at halda fyrilestur um endurvenjingartilboðið á Klaksvíkar sjúkrahúsið.
Skrá fyri aðalfundin:
Val av fundarstóra
Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna árinum.
Framløga til góðkenningar av grannskoðaðum ársrokniskapi við fíggjarstøðu.
Val av nevndar- og tiltakslimum
Val av grannskoðara
Innkomin uppskot.
Ymiskt.
Uppskot til støðutakan av aðalfundinum, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn aðalfundin. Tað vil siga, í seinasta lagi mánadagin 8. apríl. Uppskotini kunnu sendast nevndini á gikt@gikt.fo.
Møguleiki verður at seta spurningar um klimaviðgerð o.a.