Nú jólini nærkast, er tíð at hittast til eitt hugnaligt kvøld við góðum práti og jólaligum hýri.
Vit hittast mikukvøldið 25. november kl. 19.00 í MEGD-húsinum.
Umboð frá Bailine koma á vitjan og greiða frá virksemi sínum.
Vit bjóða ein góðan drekkamunn og rísalamande — so tað er bara at taka jólahýrið og góða lagið við!
Vit gleða okkum at síggja tykkum. Øll eru hjartaliga vælkomin! Jólaligar heilsanir Giktafelagið
