Giktafelag Føroya bjóðar til eitt hugnaligt og upplýsandi kvøld um tillagað starv.
Umboð frá Almannaverkinum koma at greiða frá, hvussu tillagað starv virkar, hvørjir møguleikar eru, og hvussu tú kanst fáa hjálp og vegleiðing.
💬 Tað verður eisini gott høvi at seta spurningar og fáa svar upp á tað, tú ivast í.
📅 Mikukvøldið 21. oktober
🕠 Kl. 17.30
📍 MEGD-húsið, Íslandsvegur 10C, Tórshavn
☕ Vit bjóða sjálvandi ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.
💚 Bæði limir og ikki-limir eru hjartaliga vælkomin. Ert tú ikki limur í Giktafelagnum, verður eisini møguleiki at tekna teg sum lim á kvøldinum.
Vit gleða okkum at síggja tykkum 🌿
Giktafelag Føroya
