oktober 11, 2024

Planlæg

Dato:
Tid:

Hugnakvøld í Giktafelag Føroya

Mánadagin 14. oktober verður skipa fyri hugnakvøldi í Giktafelag Føroya.

Tiltakið verður hildið í felagshølunum í MEGD-húsinum. Tiltakið er ókeypis fyri limir í Giktafelag Føroya, og kostar 50 krónur, um man ikki er limur.

Ikki er neyðugt at hava stokkar við.

Til ber at tekna seg sum lim á kvøldinum, og tá fellir kostnaðurin á 50 kr. burtur.

Øll eru hjartaliga vælkomin.