november 19, 2025

Planlæg

Dato:
Tid:

Aðalfundur

Aðalfundur í Giktafelag Føroya

Mánadagin 24. mars kl. 19 hevur Giktafelag Føroya aðalfund.

Fundurin verður hildin í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.

Umframt vanligu dagsskránna kemur eitt foreldrapar at tosa um hvussu tað er at hava eitt barn við gikt.

Skrá:
1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara,
2. Viðtøka av raðfylgju og punktum á fundarskránni,
3. Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna árinum,
4. Framløga til góðkenningar av grannskoðaðum ársroknskapi við fíggjarstøðu,
5. Val av nevndar- og tiltakslimum og bólkalimum,
6. Val av grannskoðaran,
7. Framløga og viðgerð av innkomnum uppskotum, og
8. Ymiskt.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 21. mars klokkan 12:00.

Vinarliga
Nevndin