marts 23, 2026
Detaljer:
Navn Giktafelag FøroyaPlanlæg
Dato:
Tid:
Aðalfundur við fyrilestri um sjúku og venjing

Mánadagin 23. mars kl. 18 hevur Giktafelag Føroya aðalfund. Fundurin verður hildin í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.
Á skránni verður:
- Val av fundarstjóra og fundarskrivara,
- Viðtøka av raðfylgju og punktum á fundarskránni,
- Fyrilestur um sjúku og venjing við Casper Desvil Bech, sum er útbúgvin DIF diplomvenjari, og dagliga arbeiðir við kropsligari venjing
- Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna árinum,
- Framløga til góðkenningar av grannskoðaðum ársroknskapi við fíggjarstøðu,
- Val av nevndar- og tiltakslimum,
- Val av grannskoðara,
- Framløga og viðgerð av innkomnum uppskotum,
- Ymiskt.
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 20. mars klokkan 12:00.
Giktafelag Føroya
