FarGen 2

Innbjóðing til FarGen 2

FarGen 2

Innbjóðing til luttøku í FarGen 2

FarGen 2 hevur verið í gongd við at útvega luttakarar til ílegugransking í Føroyum í eitt ár. Málið er at fáa 3.500 luttakarar, og komið er nú hálva leið. Áhugin fyri at luttaka er stórur, men tørvur er á fleiri luttakarum við ávísum sjúkum, sum hava høgan títtleika í Føroyum, m.a. spondylartropati ( Morbus Bechterew, psoriasis- enteropatisk- ella reaktiv gikt). Fólkaheilsustýrið metir tað tískil vera viðkomandi at kunna limirnar í hesum bólkinum um FarGen og bjóða tykkum at luttaka í verkætlanini.

Málið við FarGen 2 er at savna tilfar og fáa kanningar í lag, sum kunnu menna persónlagað medisin. Persónlagað medisin byggir m.a. á vitan um ílegurnar hjá tí einstaka. Hetta letur upp fyri at málrætta viðgerðina í størri mun, so heilivágurin virkar á besta hátt. Í hesum sambandi kannar FarGen 2 fýra sjúkur í Føroyum: tarmbrunasjúku, diabetes, blóðtrýst og ávísar giktsjúkur (spondylartropati). Málið er at eyðmerkja ílegur og onnur lívfrøðilig mát, sum kunnu vera orsøkin til hesar sjúkurnar í Føroyum.

Fyri at kunna fremja hesar kanningar í FarGen-høpi er tørvur á um 175 luttakarum við staðfestari giktsjúku (spondylartropati). Kanningarnar verða gjørdar sum sonevndar case-control-kanningar, har ílegu- og heilsudátur hjá einum sjúkubólki verða samanbornar við dátur hjá einum bólki av frískum fólki, hetta fyri at vita, um til ber at staðfesta munir ella ávís mynstur í dátunum. Dáturnar hjá øllum luttakarum eru navnloyndar, tvs. at granskarar vita ikki, hvør eigur dáturnar, teir arbeiða við.

Um tú hevur hug til at luttaka í FarGen, heita vit á teg um at lesa kunningartilfar og svara einum spurnablaði um eitt nú tína bakgrund, lívsstíl og heilsu. Hesi eru tøk á síðuni hjá Fólkaheilsustýrinum á Vanganum ella á heimasíðuni hjá FarGen: https://www.fargen.fo/fo/luttakarar/soleidis-luttekur-tu/. At enda skalt tú møta til kanningar. Kanningarnar fevna um at lata eina blóðroynd til ílegukanning og biokemiskar kanningar (stoffskifti, blóðsukur, kolesterol o.a.), nøkur kropslig mát umframt máting av blóðtrýsti, lungna- og eygnavirkni. Aldursmarkið er 18 ár.

 

Tú kanst bíleggja tíð til kanningar á kanning.fargen.fo

FarGen 2 er eitt samstarv millum Fólkaheilsustýrið, Sjúkrahúsverkið, Københavns Universitet, Ríkissjúkrahúsið og amerikansku fyritøkuna, Variant Bio. Meira fæst at vita á www.fargen.fo