Gikt

Gikt er ein sera útbreidd kronisk sjúka. Í Danmark stríðast 1 út av 8 við gikt. Vit vita ikki hvussu útbreidd gikt er í Føroyum, men Giktafelag Føroya arbeiðir fyri, at vit fáa meira vitan um evnið, umvegis gransking og hagtøl.

Felags fyri fleiri giktsjúkur er, at tær viðkoma beinum, musklum, spongum og liðum. Tær flestu giktsjúkurnar taka seg út í pínu, møði, stívum liðum og niðursettum virkisførleika. Men tann ítøkiliga giktsjúkan er svingandi, og kann vera ymisk frá persóni til persón, bæði tá ið tað kemur til hvussu hart ein er raktur, og hvussu skjótt giktin ger um seg.

Nógv sløg av giktasjúkum

Gikt er ikki EIN sjúka, men fevnir um fleiri enn 200 ymiskar sjúkugreiningar. Hetta merkir, at gikt hevur nógv andlit, sum taka seg ymiskt út. Pína í liðum, musklum og ryggi er felags fyri nærum allar giktsjúkur. Tær mest vanligu giktsjúkurnar eru gikt í rygginum, liðagikt og slitgikt. Nógv halda, at tað bert eru gomul fólk, sum fáa gikt, men bæði børn og ung kunnu eisini fáa staðfest gikt.

Les meira um pínu

Gikt kann viðgerast - ikki lekjast

Gikt kann ikki lekjast, men við viðgerð kunnu árin bøtast og seinárin fyribyrgjast, og tann rætta viðgerðin kann bøta um giktapínu og kann ofta seinka giktsjúkuni. Giktsjúklingar kunnu sjálvir gera ymiskt, sum kann hjálpa við sjúkuni, so sum at venja, læra at liva við pínu, umframt at hugsa um kostvanar og um kropsliga vekt. Tó kunnu ávís sløg av gikt fara í hvílistøðu ella “brenna út”.

Les meira um viðgerðarmøguleikar

Fylgisjúkur

Tá ið ein hevur gikt, eru tað ein rúgva av øðrum sjúkum, sum man er meira útsettur fyri at fáa, enn aðrir borgarar. Soleiðis er tað stundum eisini við øðrum autoimmunum sjúkum. Serliga eru tað ávísar sjúkur, sum giktasjúklingar eru serliga útsettir fyri at fáa, og tí er tað týdningarmikið, at ein heldur eitt vakið eyga við húð, eygum, beinum og tarmum.

Vitandi um, at fleiri giktasjúklingar eisini stríðast við aðrar sjúkur, hava vit lagt leinki út til øll sjúklingafeløgini í Føroyum, sum eru á finna á alnetinum.

Sí leinkini við at trýsta her.