Viðgerðarmøguleikar

Umframt at taka heilivág fyri giktina, finnast eisini aðrir viðgerðarhættir, sum kunnu verða pínulinnandi ella kunnu virka linnandi fyri onnur súmptomir, ið koma av giktini.

Niðanfyri kanst tú lesa um tey viðgerðartilboð, sum eru tøk fyri fólk, sum stríðast við gikt, og sum aðrir sjúklingabólkar eisini kunnu fáa rætt til.

Legg til merkis, at síðan seinast er dagførd tann 13. oktober 2022, og tískil kunnu ávísar broytingar verða við teimum tilboðum, sum her eru lýst. Síðan skal tí einans skiljast sum vegleiðandi.

Pínuklinikkin á Suðuroyar sjúkrahúsi

Sjúklingar, sum hava áhaldandi pínu, sum hevur vart í longri enn 6 mánaðir, kunnu við ávísing frá kommunulækna, fáa eitt viðgerðartilboð á pínuklinikkini á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Á pínuklinikkini verður arbeitt í tvørfakligum toymi, sum fevnir um pínulækna, sjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingi, fysioterapeuti og sosialráðgeva, sum seta saman eitt viðgerðartilboð, við útgangsstøði í tørvinum hjá tí einkulta.

Les meira um pínuklinikkina.

Viðgerðarmøguleikar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er staðsett eitt ambulant tilboð, sum verður skipað við 6 luttakarum í hvørjum bólki.

Endurvenjingin fer fram x 3/viku í 8 vikur. Tað eru 3 endurvenjingar skeið per ár, við tveimum bólkum hvørja ferð. Tað er eitt tvørfakligt toymi mannað av fysioterapeuti, ergoterapeuti, heilsurøktara og psykomotoriskum terapeuti, sum skipa endurvenjingina.

Endurvenjingin inniheldur styrkjandi-, toyggjandi- og konditiónsvenjing. Umframt er venjing í heitum hyli og paraffinbað.

Tó tað er bólkavenjing verður dentur lagdur á at tilpassa venjingina/viðgerðina tí einstaka.

Tilboðið er ætla ymiskum giktadiagnosum, tó verður roynt at bólka tey so skilagott sum tilber.

Treytin fyri luttøku: Fólk við staðfestari giktasjúku kunnu ávísast av kommunulækna ella giktalækna. Um giktasjúka ikki er staðfest krevst ávísing frá giktalækna.

Venjing í heitum hyli á Landssjúkrahúsinum

Á Landssjúkrahúsinum ber aftur til at fáa atgongd til endurvenjingartilboð til gikta- og aðrar pínusjúklingar. Vant verður í heitum vatni og ávísing til venjingina kann fáast við ávísing frá kommunulækna.

Hoyr meira um venjing í heitum vatni á Landssjúkrahúsinum við at venda tær til tín kommunulækna.

Viðgerðartilboð uttanlands (Klimaterapi)

Hoyr meira um viðgerðartilboð uttanlands við at venda tær til tín kommunulækna.

Í verandi løtu er Giktafelagið í iva, hvørs tilboðið um venjing í betri klimatiskum viðurskiftum uttanlands verður veitt. Felagið arbeiðir við at fáa greiði á hesum og at finna eina loysn fyri teir borgarar, sum hava tørv á hesi viðgerð.

Síðan 2023 hevur Giktafelag Føroya saman við Føroya Psoriasisfelag fingið skipanina við klimaviðgerð undir hond, sum feløgini í felag skipa, í samstarvi við lækna, sum tekur sær av teimum læknaligu fakligu metingunum. Tá ið møguleiki er at søkja um hesa viðgerð, kunna feløgini hvør í sær um treytir og hvussu ein skal bera seg at, fyri at kunna søkja.

Fysioterapi

Við ávísing frá lækna, ber til at fáa helvtina av kostnaðinum endurrindaðan frá Heilsutrygd fyri viðgerð hjá fysioterapeuti.

Fysioterapiin er deild upp í eindir, har hvør eind kostar 106 krónur, og har Heilsutrygd kann gjalda helvtina av kostnaðinum. Hvør eind kann vara í 20 minuttir, og ein viðgerð kann vera upp í tríggjar eindir.

Hoyr meira um møguleika fyri ávísing til fysioterapeut, við at venda tær til tín kommunulækna.

Les meira um ískoyti til fysioterapi

Ergoterapi

Við ávísing frá lækna, ber til at fáa helvtina av kostnaðinum endurrindaðan frá Heilsutrygd fyri viðgerð hjá ergoterapeuti.

Parturin, sum ergoterapiin rindar, verður frádrigin, áðrenn rindar fyri sína viðgerð.

Les meira um ískoyti til ergoterapi

Fótterapi

Við ávísing frá lækna ber til fyri summar sjúklingar at fáa fíggjarligt ískoyti frá Heilsutrygd til fótterapi. Hendan veitingin verður bert veitt til nakrar útvaldar bólkar, har ímillum fólk við sverari liðagikt, og kann bert veitast til viðgerðir hjá statsautoriseraðum fótterapeuti.

Ískoytið, sum verður latið er 250,- fyri hvørja veiting, og hvør læknalig ávísing kann í mesta lagi umfata 6 veitingar hjá fótterapeuti.

Aðrar diagnosur, sum geva rætt til fíggjarligt ískoyti til fótterapi kunnu lesast í kunngerð um ískoyti til fótterapi.

Les meira um ískoyti til fótterapi

Sálarfrøðilig viðgerð

Við ávísing frá lækna, ber til at fáa 40% av kostnaðinum endurrindaðan frá Heilsutrygd fyri sálarfrøðiliga viðgerð.

Fyri fólk millum 15 og 35 ár, ber til at fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, tá ið talan er um angist ella lætt til moderat tunglyndi. Til hetta skal ein hava ávísing frá sínum kommunulækna, og síðan seta seg í samband við ein sálarfrøðing.

Hoyr meira um møguleika fyri ávísing til sálarfrøðing, við at venda tær til tín kommunulækna.

Les meira um ískoyti til sálarfrøðing