Vitan um gikt

Gikt er ikki ein sjúka, men er eitt felagsheiti fyri eina langa røð av diagnosum, sum í stóran mun fevna um trupulleikar í beinagrind, musklum, spongum og liðum. Tað er ein autoimmun sjúka, sum merkir, at talan er um eina kroniska sjúku, sum stendst av sjálvari immunverjuni.

Les meira um gikt

Gikt er ikki bert pína, men hevur eina røð av hjáárinum við sær. Nógv giktrakt fáa avskeplaðir liðir, liva við svárari møði og harafturat fylgja stundum eisini nógvar aðrar autoimmunar fylgisjúkur og onnur giktasúmptomir, sum avhanga tí ítøkiliga giktaslagnum, umframt hvussu hart ein er raktur av sjúkuni.

Les meira um møði

Giktasjúklingar kunnu vera serliga útsettir fyri avbjóðingum við sálarheilsuni, sum kunnu koma sum avleiðing av pínuni, møðini ella einum niðursettum sosialum aktiviteti, sum ger, at gitksjúk kunnu enda í einsemi.

Leinki til Sinnisbata