Um felagið

Giktafelag Føroya er eitt áhuga- og sjúklingafelag fyri føroyingar við gikt. Felagið hevur til endamál at veita upplýsing um giktasjúkur, at betra um viðgerðarmøguleikar og at veita ráðgeving innan giktaøkið.

Felagið hevur áleið 200 limir, sum fevna um borgarar í øllum aldursbólkum.

Fíggjarliga grundarlagið hjá felagnum er limagjaldið, og felagið er sostatt ikki á Løgtingsfíggjarlógini. Síðan 2023 hava pengar verið játtaðir felagnum á Løgtingsfíggjarlógini, men hetta er ikki til rakstur av sjálvum felagnum, men er oyramerkt til ítøkiligar viðgerðir.

Felagið er partur av MEGD, sum er meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, og sum umboðar felagið á handikapspolitiska økinum í Føroyum.

Norðurlendskt samstarv

Giktafelag Føroya er partur av norðurlendskum arbeiði, sum kallast Nordisk Reumaråd (NRR). NRR er eitt samstarvsnetverk millum Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Ísland og Føroyar. 

Samstarvið fevnir um at skapa vitan um:

  • Viðgerð
  • Gransking
  • Altjóða arbeiði