Øll uppliva pínu av og á, men um pínan er afturvendandi ella varandi, ella er íkomin av óforkláriligum áðum, kann tað verða tekin um sjúku.
Pína er subjektiv
Vit hava øll upplivað pínu á ein ella annan hátt, og vita eisini, at pína kennist ymiskt, alt eftir hvussu hon er íkomin. Til dømis er tað munur á hvussu pína kennist, um talan er um beinbrot, tannapínu ella pínu av at hava skorið seg, ella líknandi. Hóast hetta alt er pína, so kennist tað heilt ymiskt, alt eftir hvør atvoldin er til pínuna. Soleiðis kann tað eisini verða við gikt. Giktpína kann til dømis verða pína í liðum ella musklum, og kann kennast sterkari ella veikari. Hóast tveir giktsjúklingar hava staðfest somu sjúku, kann har verða munur á hvussu pínan kennist.
Um tú hevur pínu, sum tú ikki kennir atvoldina til, eigur tú at seta teg í samband við lækna.