Við gikt og øðrum sjúkum, fylgir stundum eisini møði. Tann møðin, sum eitt nú giktsjúk uppliva, er ikki ein vanligur troyttleiki, men er eitt slag av møði, sum ikki kann hvílast burtur, og sum kennist yvirtakandi. Hendan møðin kallast fatigue, og er eitt heilt serligt slag av møði.
Tá svøvnur og hvíld ikki hjálpir
Umframt vanligu súmptomini uppá gikt, er fatigue eisini eitt rímiliga vanligt súmptom fyri giktrakt. Fatigue er ikki ein vanlig møði, sum øll fólk uppliva, tá ið tey hava svøvnmangul ella hava gjørt ov nógv av í samband við kropsligt arbeiði ella íðkan og venjing. Fatigue er eitt slag av møði, sum kennist sum fullkomilig útlúgvan, sum ikki hvørvur við hvíld ella svøvni.
Avlemjandi møði
Fatigue kann verða tann størsta avbjóðingin við at liva við gikt. Fyri summi er møðin meira tyngjandi enn sjálv pínan, sum fylgir giktsjúkuni. Møðin kann virka so ágangandi, at hon gerst avlemjandi. Í teimum førum ávirkar møðin allar partar av lívinum, so sum arbeiði, familjulív og sosialt lív.
Trupul at frágreiða og at skilja
Hjá teimum, sum liva við fatigue, er tað trupult at greiða frá hvussu hendan møðin kennist, og hvussu hon ávirkar gerandisdagin. Somuleiðis er hon torfør at fáa viðurkenning fyri, tí at fólk, sum ikki liva við fatigue ikki hava førleika fyri at skilja hvussu umfatandi møðin kann verða. Møðin, eins og pínan, er ósjónlig, og harafturat uppliva eisini frísk fólk at verða móð av og til, hóast tey ikki kenna hesa sjúkumøðina.
Fatigue kann eisini gera seg meira og minni galdandi ávísar tíðir, og kann hava samband við hvussu aktiv giktsjúkan er hjá tí einstaka. Hjá øðrum kann møðin eisini verða viðvarandi, óheft aktiviteti í giktini.