Búmerki felagsins er ein baldursbrá, og er sama búmerki, sum felagið hevði við stovnsetan í 1948.
Baldursbrá
Navnið baldursbrá kann tulkast sum ein samanseting av tveimum orðum, baldur og brá.
Sambært Sprotanum eru fleiri merkingar av báðum orðinum baldur. Orðið baldur kann eitt nú merkja nógvur vindur ella stormur, men kann samstundis eisini merkja góður og dyggur. Orðið brá kann eitt nú sipa til eitt andlitsbrá.
Hetta kann sostatt súmbolisera tann giktrakta, og at tann giktrakti hevur eitt viðtikið andlitsbrá – eitt baldursbrá.