Hjálpartól

Her kanst tú lesa um hjálpartól og treytir fyri at søkja um hjálpartól.

Tað finnast ein rúgva av hjálpartólum, sum kunnu lætta um gerandisdagin fyri fólk, sum stríðast við gikt, aðra kroniska pínu, og líknandi. Hjá summum er talan ikki bert um hjálpartól, sum lætta um, men tól, sum tey hava tørv á, fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman.

Legg til merkis, at síðan er seinast dagførd tann 20. desember 2022, og tískil kunnu ávísar broytingar verða við teimum tilboðum, sum her eru lýst. Síðan skal tí einans skiljast sum vegleiðandi.

Hjálpartól kunnu eitt nú verða

  • Serlig køksútgerð
  • Hjálpartól til persónligt reinføri og til at lata seg í við
  • Koyristólur
  • Hægri vesibretti
  • Elevatiónssong
  • Brúsubonkur
  • Stavur
  • Ergonomiskir skógvar

Til ber at skaffa sær hjálpartól við at venda sær til ein privatan veitara ella at søkja um hjálpartól umvegis Almannaverkið. Legg til merkis, at ikki øll hjálpartól eru tøk umvegis Almannaverkið, og at veitingin frá Almannaverkinum tekur støði í einari persónligari tørvsmeting.

Hjálpartól frá Almannaverkinum

Giktarakt og fólk, sum liva við likamligum ella sálarligum avmarkingum, kunnu søkja um hjálpartól frá Almannaverkinum. Hjálpartólini eru til láns, og skulu latast aftur, tá ið tørvur ikki er á teimum longur.

Hjálpartól
Persónar við likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku kunnu fáa stuðul til hjálpartól til m.a.

  • viðgerð og venjing
  • persónligt reinføri
  • flutning – herundir bilar
  • húsarhald
  • innrætting og tillaging av íbúð
  • samskifti, kunning og ávaring
  • handfaring og flutning av vøru
  • tillaging og betran av nærumhvørvi
  • spæl og frítíðarítriv.

Stuðulin er grundaður á tørvsmeting í hvørjum einstøkum føri. Um tú hevur tørv á hjálpartólum, kanst tú seta teg í samband við Almannaverkið.

Les meira um treytir fyri at søkja

Parkeringskort

Til ber at søkja um parkeringskort fyri persónar við avlamni, ella persónar, sum eru sera illa gongdir. Meginfelagið MEGD stendur fyri umsóknarbløðunum.

Treytir fyri at søkja:

  • Hevur fingið játtaðan stuðul til keyp av bili ella stuðul til rakstur av bili, sbrt. forsorgarlógini
  • Ert góðkendur at taka lut í einstaklinga avlamiskoyring við illa rørslutarnaðum persónum og sum er skipað sum koyring til frítíðarvirksemi.
  • Harafturat kann parkeringskort verða útgivið og endurnýggjað hjá persónum, sum eru sera illa gongdir, hava varandi niðursett evni at virka ella onnur líknandi heilsulig viðurskifti, sum í serligan mun skerja evni ella ger tað trupult

    1) at ferðast,
    2) at varðveita ella at fáa eitt arbeiði, ella
    3) at fullføra eina útbúgving.

Søk um parkeringskort