Umframt at taka heilivág fyri giktina, finnast eisini aðrir viðgerðarhættir, sum kunnu verða pínulinnandi ella kunnu virka linnandi fyri onnur súmptomir, ið koma av giktini.
Niðanfyri kanst tú lesa um tey viðgerðartilboð, sum eru tøk fyri fólk, sum stríðast við gikt, og sum aðrir sjúklingabólkar eisini kunnu fáa rætt til.
Legg til merkis, at síðan seinast er dagførd tann 3. apríl 2024, og tískil kunnu ávísar broytingar verða við teimum tilboðum, sum her eru lýst. Síðan skal tí einans skiljast sum vegleiðandi.
Pínuklinikkin á Suðuroyar sjúkrahúsi
Sjúklingar, sum hava áhaldandi pínu, sum hevur vart í longri enn 6 mánaðir, kunnu við ávísing frá kommunulækna, fáa eitt viðgerðartilboð á pínuklinikkini á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Á pínuklinikkini verður arbeitt í tvørfakligum toymi, sum fevnir um pínulækna, sjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingi, fysioterapeuti og sosialráðgeva, sum seta saman eitt viðgerðartilboð, við útgangsstøði í tørvinum hjá tí einkulta.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er staðsett eitt ambulant tilboð, sum verður skipað við 6 luttakarum í hvørjum bólki.
Endurvenjingin fer fram x 3/viku í 8 vikur. Tað eru 3 endurvenjingar skeið per ár, við tveimum bólkum hvørja ferð. Tað er eitt tvørfakligt toymi mannað av fysioterapeuti, ergoterapeuti, heilsurøktara og psykomotoriskum terapeuti, sum skipa endurvenjingina.
Endurvenjingin inniheldur styrkjandi-, toyggjandi- og konditiónsvenjing. Umframt er venjing í heitum hyli og paraffinbað.
Tó tað er bólkavenjing verður dentur lagdur á at tilpassa venjingina/viðgerðina tí einstaka.
Tilboðið er ætla ymiskum giktadiagnosum, tó verður roynt at bólka tey so skilagott sum tilber.
Treytin fyri luttøku: Fólk við staðfestari giktasjúku kunnu ávísast av kommunulækna ella giktalækna. Um giktasjúka ikki er staðfest krevst ávísing frá giktalækna.
Venjing í heitum hyli á Landssjúkrahúsinum
Á Landssjúkrahúsinum ber aftur til at fáa atgongd til endurvenjingartilboð til gikta- og aðrar pínusjúklingar. Vant verður í heitum vatni og ávísing til venjingina kann fáast við ávísing frá kommunulækna.
Hoyr meira um venjing í heitum vatni á Landssjúkrahúsinum við at venda tær til tín kommunulækna.
Viðgerðartilboð uttanlands (Klimaterapi)
Í samstarvi við Føroya Psoriasisfelag umsitir Giktafelag Føroya eitt viðgerðartilboð uttanlands, sum fólk við gikt ella psoriasis kunnu søkja um at fáa. Talan er um eitt viðgerðartilboð undir bestu klimatisku umstøðum, sum fleiri føroyingar árliga hava notið gott av.
Viðgerðartilboðið verður bjóðað í samstarvi við ein útlendskan fyriskipara og Naftalan, sum er ein viðgerðarstovnur í Kroatia, og verður fíggjað av Føroya Landsstýri.
Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag senda út kunning, tá til ber at søkja.
Við ávísing frá lækna, ber til at fáa helvtina av kostnaðinum endurrindaðan frá Heilsutrygd fyri viðgerð hjá fysioterapeuti.
Fysioterapiin er deild upp í eindir, har hvør eind kostar 106 krónur, og har Heilsutrygd kann gjalda helvtina av kostnaðinum. Hvør eind kann vara í 20 minuttir, og ein viðgerð kann vera upp í tríggjar eindir.
Hoyr meira um møguleika fyri ávísing til fysioterapeut, við at venda tær til tín kommunulækna.
Við ávísing frá lækna ber til fyri summar sjúklingar at fáa fíggjarligt ískoyti frá Heilsutrygd til fótterapi. Hendan veitingin verður bert veitt til nakrar útvaldar bólkar, har ímillum fólk við sverari liðagikt, og kann bert veitast til viðgerðir hjá statsautoriseraðum fótterapeuti.
Ískoytið, sum verður latið er 250,- fyri hvørja veiting, og hvør læknalig ávísing kann í mesta lagi umfata 6 veitingar hjá fótterapeuti.
Aðrar diagnosur, sum geva rætt til fíggjarligt ískoyti til fótterapi kunnu lesast í kunngerð um ískoyti til fótterapi.
Við ávísing frá lækna, ber til at fáa 40% av kostnaðinum endurrindaðan frá Heilsutrygd fyri sálarfrøðiliga viðgerð.
Fyri fólk millum 15 og 35 ár, ber til at fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, tá ið talan er um angist ella lætt til moderat tunglyndi. Til hetta skal ein hava ávísing frá sínum kommunulækna, og síðan seta seg í samband við ein sálarfrøðing.
Hoyr meira um møguleika fyri ávísing til sálarfrøðing, við at venda tær til tín kommunulækna.