Søga felagsins
Giktafelag Føroya varð stovnað 22. august 1948, og hevði tá navnið Føroya Felag móti giktsjúkum. Felagið var sjálvstøðugt føroyskt felag, sum samstarvaði við Rigsforeningen til bekæmpelse af reumatiske sygdomme.
Stovnaðarnir av felagnum vóru:
- Hans Debes Joensen, lækni
- Pauli Dahl, lækni
- Jacob Højgaard, lækni
- R. K. Rasmussen, lækni
- Knút Nygaard, lækni
- E. Rubek Nielsen, lækni
- Paula Dahl, próvstinna
- Jógvan Rasmussen, prentsmiðustjóri
- Aleksander Enniberg, yvirlækni
Í 1990 bleiv giktafelagið partur av Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, sum er tað felagið, vit í dag kenna undir navninum MEGD.
Leila Solmunde (1962 – 2010) var forkvinna fyri felagið í heili 16 ár, og bleiv síðan forkvinna fyri MBF, sum er felagið, sum vit í dag kenna við navninum MEGD. Eisini var hon nevndarlimur í Dugna, táverandi ALV, í 8 ár. Fyri hennara arbeiði á brekpolitiska økinum fekk hon post humnt Kærleikakúluna frá Dugna í 2012.
Meira kemur seinni…