Klimaviðgerð

Í samstarvi við Føroya Psoriasisfelag umsitir Giktafelag Føroya eitt viðgerðartilboð uttanlands, sum fólk við gikt ella psoriasis kunnu søkja um at fáa. Talan er um eitt viðgerðartilboð undir bestu klimatisku umstøðum, sum fleiri føroyingar árliga hava notið gott av.

Viðgerðartilboðið verður bjóðað í samstarvi við ein útlendskan fyriskipara og Naftalan, sum er ein viðgerðarstovnur í Kroatia, og verður fíggjað av Føroya Landsstýri.

Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag senda út kunning, tá til ber at søkja.

Um klimaviðgerð

Venjing í bestu klimatisku viðurskiftum, vanliga kallað klimaviðgerð, er ein viðgerðarháttur, sum verður veittur sjúklingum við psoriasis og gikt. Ólíka vanligum viðgerðarmøguleikum, er talan um eitt viðgerðartilboð, sum verður veitt uttanlands, í Naftalan í Kroatia, og sum verður skipað av sjúklingafeløgunum Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag.

Klimaviðgerðin hevur áður verið veitt umvegis sjúkrahúsverkið, sum í 2021 støðgaði hesari viðgerð. Síðan 2023 hava sjúklingafeløgini sjálvi staðið fyri viðgerðini, umvegis stuðul frá Føroya Landsstýri.

Játtanin til klimaviðgerð var fylgjandi:

  • 2023
    250.000 kr. til Giktafelag Føroya
    250.000 kr. til Føroya Psoriasisfelag
  • 2024
    500.000 kr. til Giktafelag Føroya
    500.000 kr. til Føroya Psoriasisfelag

Játtanin til bæði feløgini er oyramerkt til klimaviðgerð, og kemur ikki feløgunum til gagns á aðran hátt. 

Hvussu umsita feløgini viðgerðina?

Fleiri spurningar hava verið um, hvussu tvey sjúklingafeløg kunnu umsita eitt viðgerðartilboð, og um hvussu feløgini kunnu gera av, hvør skal sleppa í klimaviðgerð og ikki.

Feløgini hava sett ein arbeiðsbólk, mannaður við umboðum frá Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag, sum tekur sær av klimaviðgerðini og øllum tí praktiska, sum hartil hoyrir, t.e. fyriskipan av túri, flogferðaseðlum, samskifti við viðgerðarstovn og veitara, umframt at framleiða oyðubløð og mannagongdir. Hesin arbeiðsbólkurin hevur skipað gongdina soleiðis, at ein læknafaklig meting verður gjørd fyri allar innkomnar umbønir, og er tað læknin, sum avgerð, hvør fær tilboðið bjóðað. Hareftir hava umboð úr bólkinum givið umsøkjarunum boð.

Orsøkin til at sjúklingafeløgini ikki sjálvi hava gjørt av, hvør sleppir í klimaviðgerð er tann, at sjúklingafeløgini ikki hava førleika at meta um, hvør er skikkaður at fara og ikki. Harafturat eru ávísir nevndarlimir, sum gerast ógegnigir í hesum arbeiði, tí teir sjálvir hava tørv á klimaviðgerð. Við ikki at hava nakran lut í avgerðini, meta feløgini tó, at vit eru komin uttanum hesa avbjóðing.

Læknin, sum játtaði at meta um innkomnu umbønirnar, var fyrrverandi kommunulækni, Jenis av Rana, sum eftir at hava lisið umbønirnar, eisini hevur havt eina samrøðu við sjúklingarnar.

Mannagongd fyri at søkja

Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag boða frá, tá tíð er at søkja um klimaviðgerð.

Fyri at kunna søkja, er krav um at:

  • ein hevur staðfest psoriasis- ella giktasjúku
  • ein er limur í Giktafelag Føroya ella Føroya Psoriasisfelag

Umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað, sum samstundis eisini er ein støðulýsing viðvíkjandi gikta- ella psoriasissjúkuni. Umsóknarblaðið verður fylt út saman við egnum kommunulækna, sum sostatt váttar sjúkustøðuna hjá tí einstaka.

Í summum førum krevur læknin eitt gjald á 500 kr fyri at útfylla umsóknarblaðið.

Tá ið umsóknarblaðið er útfylt og undirritað av kommunulækna, sendir umsøkjari eitt avrit til visiterandi lækna, Jenis av Rana. Umsóknarblaðið kann fyllast út alt árið, men kann einans sendast visiterandi læknanum, eftir fráboðan frá Giktafelag Føroya ella Føroya Psoriasisfelag.

Eftir at umbønin er latin visiterandi læknanum, verður umsøkjari kallaður inn til viðtalu, sum er grundarlag fyri teirri meting, sum visiterandi lækni ger í mun til klimaviðgerðina. Viðtalan er ein ítøkilig meting av tí einstaka, sum lutvíst tekur útgangsstøði í umsóknarblaðnum, har sjúkrastøðan verður gjøgnumgingin.

Útfrá innkomnum umbønum, sjúkra- ella viðgerðarstøðu hjá tí einstaka og plássum á viðgerðartilboðnum í Naftalan, avgerð visiterandi læknin, hvør fær viðgerðartilboðið í boði.

Vert er at minna á, at

  • tað altíð er avmarkað pláss, og at tað tí ikki eru øll, sum søkja, sum fáa klimaviðgerð bjóðað.
  • tað altíð er ein læknafaklig meting, sum er grundarlag undir avgerðini um hvør fær klimaviðgerð bjóðaða.
  • Læknafakliga metingin er ein tørvsmeting, og sostatt er talan ikki um eina kø, sum avgerð hvørs ein fær hesa viðgerð bjóðaða.
  • Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag ikki eru inn yvir nakra avgerð hesum viðvíkjandi.
  • Krav er frá veitaranum um, at ein ferðaleiðari altíð er knýttur at ferðunum, sum Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag veita. Nevndin, sum samskipar klimaviðgerðina velur ein ferðaleiðara, sum lúkir treytirnar fyri at søkja um klimaviðgerð.

Yvirlit yvir sjúklingar, sum hava fingið klimaviðgerð

  • 2023
    Umsøkjarar: 24
    Váttaðar umsóknir: 12 (+1) sjúklingar, harav 6 við psoriasis og 6 við gikt, umframt ferðaleiðara við psoriasis.
  • 2024
    Umsøkjarar: 31
    Váttaðar umsóknir: 24 (+1) sjúklingar, harav 12 við psoriasis og 12 við gikt, umframt ferðaleiðara við psoriasis og gikt.

Umsóknarblað til klimaviðgerð fyri 2024

Ofta settir spurningar

Í hesum teigi ber til at lesa svarini til fleiri av teimum spurningum, sum feløgini ofta fáa um klimaviðgerðina.

Hví verður klimaviðgerðin umsitin av Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag?
Orsøkin til at klimaviðgerðin verður umsitin av sjúklingafeløgunum er tann, at hesin viðgerðarháttur varð niðurlagaður í sjúkrahúsverkinum, áðrenn feløgini fingu skipanina undir hendi í 2023. Klimaviðgerðin er einans vorðin møgulig aftur, tí at feløgini saman hava arbeitt fyri tí, og tí at feløgini í hesum sambandi hava møtt politiskari vælvild, og hava fingið játtan á Løgtingsfíggjarlógini, oyramerkt til klimaviðgerðina.

Hvør avgerð hvør sleppir í klimaviðgerð?
Avgerðina um hvør sleppir avstað í klimaviðgerð tekur tann visiterandi læknin.
Giktafelagið og Psoriasisfelagið taka onga avgerð í málinum.

Hvussu ber tað til at eg havi fingið avslag uppá klimaviðgerð?
Tað er ein læknafaklig meting, sum ger av, hvør kann fáa klimaviðgerð og hvør ikki kann fáa klimaviðgerð. Hendan metingin verður gjørd út frá tørvinum hjá tí einstaka, og út frá einari meting um, hvørs viðgerðarhátturin kann gera mun hjá tí einstaka. Harafturat verða eisini onnur saklig atlit tikin, sum snúgva seg um raðfesting millum teir umsøkjarar, sum eru fyri hvørja ferð. Her er tað tørvurin sum ger av, hvør fær viðgerðina í boði og ikki.

Um tú hevur fleiri spurningar um klimaviðgerð, ert tú vælkomin at venda tær til Giktafelag Føroya ella Føroya Psoriasisfelag.