FÓLK, SUM LIVA VIÐ GIKT, SKULU VENJA SO HART TEY MEGNA
Niklas Reginsson, fysioterapeutur, NB Fysioterapi
26.06.2023
Í hesari greinini fari eg at varpa ljós á, hvussu eg vegleiði fólki við liðagikt, í sambandi við likamliga venjing. Fólk við liðagikt eru í øktari risiko fyri at fáa fleiri lívsstílssjúkur. Sum fysioterapeutur kenni eg tað sum mína skildu, at venjingin, ið fólk fáa frá mær, hevur ein nóg høgan intensitet, og at eg saman við persóninum við gikt, finni tað venjing, ella aktivitet, sum viðkomandi kann binda seg til í so langa tíð sum til ber; ja, helst alt lívið.
Fólk við kroniskari sjúku, so sum liðagikt, kunnu hava sera góðan ágóðan av venjing. Venjing kann niðurseta risiko fyri at fáa eitt ótal av lívsstílssjúkum, men kann eisini betra um nøkur av teimum symptomunum, ið sjúkan hevur við sær. Venjing eigur sostatt at vera ein berandi partur av einari heildarviðgerð, til ein persón, ið hevur liðagikt. Tó síggja vit heldur sjálvdan, at fólk við gikt hava bindindi til at venja støðugt og nóg hart. Tað er har fysioterapi skal spæla ein leiklut í viðgerðini.
Tað er uppgávan hjá fysioterapeutinum, at finna røttu mongdina av venjing, at finna rætta venjingarhættin, og eisini at finna fram til innaru motivatiónina hjá tí einstaka persóninum við gikt.
Liðagikt ger teg kropsliga óvirknan
Í dag síggja vit, at fólk, ið fáa staðfest gikt, fáa heilivág, sum í nógvum førum ger, at fólk við gikt hava færri symptomir og minni pínu, enn fólk høvdu í gomlum døgum. Avbjóðingin er heldur tann, at fólk við gikt kenna eitt ávíst máttloysi í gerandisdegnum, og at hetta ”orku-trotið” er trupult at sleppa av við. Tað er eisini sálarliga hart at venja seg við, og viðurkenna, at ein nú hevur eina kroniska sjúku, ið fer at vera ein partur av samkensluni restina av lívinum.
Hetta kann m.a. vera orsøkin til, at fólk við gikt eru meira óvirkin enn fólk uttan gikt. Tøl úr londunum kring okkum siga, at heili 89% av fólki við inflammatoriskari giktsjúku, lúka ikki tilmælini til kropsliga rørslu. Hesi tølini eru sera óheppin, tí fólk við gikt hava størri risiko fyri at fáa osteoporosu, tunglindi, astma v.m, samstundis við at vit í dag vita, at venjing kann hava eina fyribyrgjandi effekt ímóti hesum sjúkum.
At fáa fólk við kroniskum sjúkum til at venja støðugt, tikist vera tann størsta avbjóðin. Tí er tað sera umráðandi, at øll ikki fáa somu konditións- og styrkivenjingar, men at fysioterapeuturin sær tað heila menniskja, og dugur at leggja eina langtíðarætlan, ið samsvarar við hvat hvør einstakur ynskir, megnar og tímur. Hetta ger tað meir sannlíkt, at tann einstaki persónurin við gikt, fær tað betur kropsliga.
Eitt, sum eg mangan hoyri fólk við gikt siga er, at tey ganga túrar. Tá hugsi eg, at gongutúrar hava nógvar góðar ávirkanir. Hjarta- og lungafunktión kann betrast, um ein gongur við einum góðum tempo. Tað er eisini prógvað at heilin hevur sera gott av einum góðum gongu-túri, men gongutúrarnir eru ikki nokk, um tú ynskir, at kropsliga styrkin skal økjast.
Styrkivenjing
Tað er sjálvdan at fólk uppfata styrkivenjing sum stuttlig venjing, men tá persónurin við gikt lærir um ágóðarnar, ið styrkivenjing kann hava, kann tann venjingin skjótt gerast berandi parturin av einari venjingarætlan. Eisini er tað sera skjótt at blíva sterkari fyrstu tíðina, tá ein byrjar uppá styrkivenjing, og hetta er eisini við til at byggja eina sunna og jaliga tilgongd til venjingina.
Tá hugsað verður um styrkivenjing, er tað eitt ótal av venjingarhættum, sum ein kann fara í gongd við. Venjast kann við hús, í klinikkini, ella í venjingarmiðstøð. Venjast kann við kropsvekt, lastikkum, venjingarmaskinum ella við leysum vektum; alt eftir hvat tann einstaki hevur hug til. Um ein skal byrja uppá styrkivenjing, viðmæla vit at ein venur 2 ferðir um vikuna, ið seinni kann økjast til 3 ferðir um vikuna.
Konditiónsvenjing
Eyðkenni við konditiónsvenjing er, at hjarta og lungur skulu arbeiða harðari enn vanligt. Ágóðarnir við konditiónsvenjing eru m.a. sterkari hjarta og lungur, men eisini betri orka og betri hýri.
Dømir uppá konditiónsvenjing eru at ganga, súkkla, rógva, svimja, ja “you name it”. Ein kann venja konditiónsvenjing fleiri ferðir um vikuna. Eitt sera gott mál at seta sær er t.d. 150 minuttirs konditiónsvenjing um vikuna, men er tað órealistiskt, skal ein seta sær lægri mál. Eitt sindur av venjing er nógv betur enn ongin venjing.
Her eru nakrir ágóðar, sum styrki- og konditiónsvenjing kann hava:
1) Styrkja vøddar kring liðirnar
2) Styrkja beinagrind
3) Betri orku
4) Betri svøvn
5) Betri balansu
6) Betri hýrur
Fyri at taka samanum…
Um tú hevur liðagikt, og livur við máttloysi og pínu, merkir tað ikki at tú skal fella í fátt. Hevur tú avbjóðingar við at koma í gongd við at venja, er hjálp at heinta. Tú kann fáa góða vegleiðing til hvørjar venjingar tú skal gera og hvussu hart tað skal vera. Endamálið við einari venjingar-ætlan er ikki at tú skal vera ”body-buildari” ella renna eitt maraton, men heldur at tú likamliga skal vera so lítið ávirkað/ur av tínari kronisku sjúku sum til ber. Í NB Fysioterapi hava vit sera góðar umstøður til at individualisera eina venjingar-ætlan, soleiðis at tú kann venja rætt og støðugt, og harvið optimera tína likamligu heilsu, samstundis við at tú hevur liðagikt.