Eitt kunnandi og væleydnað tiltak um barnagikt

Eitt kunnandi og væleydnað tiltak um barnagikt

Í Løkshøll í gjár skipaði Giktafelag Føroya fyri almennum tiltaki um barnagikt, sum hevur verið nógv eftirspurt av foreldrum at børnum við gikt.

Fyrsta innslag var ein kunnandi fyrilestur, har Charlotte Myrup, serlækni í barnagikt á Ríkissjúkrahúsinum, greiddi frá hvat barnagikt er. Hon greiddi m.a. frá ymiskum sløgum av barnagikt, hvussu tað verður viðgjørt og vísti á ymiskar trupulleikar, sum uppstanda, tá ið eitt barn fær staðfest gikt, og um hví tað er so týdningarmikið við regluligum læknavitjanum og kanningum.

Seinna innslag var við Absalon Eysturoy, serlækna á Barna- og ungdómsdeildini á Landssjúkrahúsinum, har hann greiddi frá alskyns viðurskiftum á deildini, um hvussu tilgongdin er, tá ein gerst tilknýttur deildini, og hvussu barnagikt verður staðfest. Eisini greiddi hann frá um hagtøl, ætlanir á deildini og um tørvir á økinum, v.m..

Sum eitt eykainnslag, greiddi Bjarta á Húsabrúgv, sjúkrasystir á deildini, um sítt arbeiði, og um allar tær uppgávur, sum hon hevur á deildini. Bjarta er tilknýtt deildini í einum fyribilsstarvi, sum orsaka av tørvi er longt. Í hesum sambandi greiddi hon eisini frá um at vera send á skeið innan barnagikt, fyri at fáa fleiri førleikar á deildina innan júst hetta økið.

Í spurnarrunduni vóru nógvir ítøkiligir spurningar frá foreldrum, og spurningar frá øðrum áhugaðum um barnagikt yvirhøvur. Millum hesar spurningar varð eisini komið inná tørvin á kunningartilfari um barnagikt, sum felagið við hjálp frá Absalon Eysturoy ætlar sær undir at skapa.

Tiltakið var sera væl eydnað, og sera kunnandi, og ein roynd varð eisini gjørd at banda framløgurnar, sum vit vónandi kunnu leggja út seinni. Hetta er nakað, sum felagið ætlar at gera meira burturúr, so vit kunnu skapa okkum ein vitanarbanka, sum verður tøkur hjá øllum giktraktum borgarum. Meira um hetta seinni.

Vit gleðast um luttøkuna og móttøkuna av tiltakinum, og vóna sjálvandi at kunna fyriskipa fleiri tiltøk av hesum slag í framtíðini, so ljós verður varpað á, at eisini børn og ung kunnu fáa gikt. 

Sí myndirnar frá tiltakinum:

Tiltak: Hvat er barnagikt?

Tiltak um barnagikt

Mikudagin 10. mai kl. 18, skipar Giktafelag Føroya fyri kunnandi tiltaki í Løkshøll, sum burturav fer at snúgva seg um barnagikt.
Tiltakið kemur væntandi at varða áleið tveir tímar, og møguleik verður at seta alskyns spurningar til okkara fyrilestrahaldarar, sum báðir eru serfrøðingar innan barnagikt.
 
Skrá
18:00 – 18:05 – Felagið bjóðar vælkomin
18:05 – 18:50 – Charlotte Myrup: Hvat er barnagikt? Súmptomir, orsøk, týttleiki, viðgerð, v.m.
18:50 – 19:10 – Spurnarunda og kaffisteðgur
19:10 – 19:55 – Absalon Eysturoy: Um barnagikt í Føroyum. Skipan, útgreiningarmøguleikar, hagtøl, v.m.
 
Um fyrilestrahaldararnar:
Charlotte Myrup er serlækni í barnasjúkum, PhD og serfrøðingur í barnagiktasjúkum. Hon starvast dagliga sum yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, har hon er leiðandi fyri deildina fyri børn við giktasjúkum.
Absalon Eysturoy er serlækni í barnasjúkum, við serumráði við m.a. børnum við giktasjúkum. Hann starvast dagliga sum yvirlækni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.
 
Vh,
Giktagelag Føroya

Aðalfundur: hølini fullsett og nevndin víðkað

Aðalfundur: hølini fullsett og nevndin víðkað

Mikudagin 12. Apríl hevði Giktafelag Føroya aðalfund í MEGD-húsinum. Væl varð møtt upp, og hølini vóru at kalla fullsett.

Áðrenn sjálvan aðalfundin helt Kathrine Lindenskov (Holm?) fyrilestur, við fakligum hugleiðingum um, hvussu gikt ávirkar sálarheilsuna. Síðan greiddi formaður felagsins, Terji Beder, um virksemið hjá felagnum undanfarna árið, um úrslit og um átøk, sum felagið enn arbeiðir við.

Tá ið nýggja nevndin skuldi veljast, vóru fleiri, sum ynsktu at halda sær framat, enn hvat viðtøkurnar hjá felagnum loyvdu, men av tí at eitt uppskot var innkomið um nýggjar viðtøkur fyri felagið, sum m.a. eisini fevndi um at víðka um nevndina, gjørdi aðalfundurin av at víðka um talið av nevndarlimum. Harafturat gav aðalfundurin eisini loyvi til at hyggja burtur frá avmarkingini í at hava tveir tiltakslimir, sum eisini var partur av viðtøkuuppskotinum.

Nevndin í felagnum varð sostatt víðkað, og fór frá fimm nevndarlimum, til átta nevndarlimir, og tiltakslimirnir fóru frá tveimum til tríggjar tiltakslimir.

Vald í nevndina vóru:

  • Terji Beder
  • Dávur Glerfoss
  • Anna Petersen
  • Hergerð Joensen
  • Amy Johannesen
  • Jónveig Arge

Nývald í nevndina:

  • Mariann Stenberg
  • Gudrun M. Nolsøe
  • Gunnleyg M. Arge

Tiltakslimir:

  • Sunneva Jakobsen
  • Ingun Dalbúð

Hanna Absalonsen, sum í eitt mannaminni hevur verið partur av felagnum, valdi ikki at stilla upp aftur. Vit vilja enn einaferð takka henni fyri hennara virksemi og mongu ár í felagnum.

Eisini varð avgjørt á fundinum, at viðtaka nýggjar viðtøkur fyri felagið. Hesar viðtøkurnar vóru í høvuðsheitum tær, sum vóru sendar inn sum uppskot til fundin, tó so at nevndin fekk heimild at gera rímiligar tillagingar, sum fevndi um at áseta hvør kann tekna felagið, at broyta nakar tíðarásetingar um roknskap og at gera yvirorðnaðar málsligar rættingar.

Eisini varð avgjørt at felagið skal arbeiða við at skipa fyri einari stuðulsskipan, har stuðul verður latin lesandi, sum ynskja at arbeiða við evnum, sum hava við gikt at gera. Tá ið nevndin viðgerð hetta málið, ásetir nevndin sjálv upphæddina fyri, hvussu nógvur stuðul kann verða latin hvørjum umsøkjara.

Á aðalfundinum varð eisini avgjørt, at gera eina yvirlýsing til Landssjúkrahúsið, um at fáa giktalækna Pero Soré aftur í starv.

Nevndin takkar fyri góðu uppmøtingina og aktivu luttøkuna undir fundinum.